Um HB fremur eitt undur, og megnar at vinna ein samlaðan sigur á Brøndby í øðrum undanumfarinum í Conference League, so kann gerast talan um eitt føroyingalið í Íslandi, ið verður mótstøðuliðið í triðja undanumfarinum.
Samlaði vinnarin av uppgerðini millum HB og Brøndby møtir samlaða vinnaranum av uppgerðini millum albanska liðið, Vllaznia og Víking Reykjavík, ið hevur Gunnar Vatnhamar á liðnum.
Hóskvøldið klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin móti Brøndby á Tórsvølli. 31. juli verður returdysturin leiktur á leikvøllinum í Brøndby.
Víkingur Reykjavík leggur fyri á útivølli móti Vllaznia. Tann dysturin byrjar hóskvøldið klokkan 19.30. 31. juli verður returdysturin leiktur í Reykjavík.
Triðja undanumfarið í Conference League verður leikt 7. og 14. august.