Tíðindaskriv:
Hann spælir trasj tónleik, og er sum ódnin, ið smildrar alt sundur á síni leið. Við frumútgávu síni, "Infinite Death", bleiv hann tilnevndur "Spellemannsprisen", og ummælini hann fær fyri konsertirnar eru øll í toppi.
Vit á G! hava hoyrt hann, ikki færri enn tvær reisir, og okkara skoðsmál eru tey somu, at Cult Member er ein heilt einastandandi góður bólkur, og um tú so stendur og lurtar í betongstivlum, verður tú kortini blástur umkoll!
So lyft tær hornini og gleð teg til hin norska ódnin rakar okkara klettar, tá ið Cult Member kemur sum kolandi stormur av ringastu eysturætt og rykkir og skrykkir alt til á G!, sum verður 17.-19. juli í ár.