At 07 Vestur í gjárkvøldið vann 5-2 á heimavølli ímóti KÍ bar við sær, at nú er B36 niðast á støðutalvuni. B36 hevur trý stig og er einasta liðið í næstbestu deildini, sum ongan sigur hevur vunnið.
EB/Streymur er á fjórða plássi við 16 stigum. Eftir óvæntaðan sigur í útsetta dystinum á Argjum mánakvøldið var tað eisini óvæntað, at tað ikki eydnaðist at vinna meiri enn eitt stig, tá ið B36 í gjárkvøldið var gestur í Hólmanum.
Úrslitið var 1-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til B36. Eitt lítið korter var farið, tá ið Dávid Høgnason Viderø setti hol á. Hetta var fyrstu ferð í ár, at 16 ára gamli Dávid Viderø var málskjútti í 1. deild. Uppleggið átti Pætur Kjærbo.
Heimaliðið javnaði til 1-1 í 58. minutti. Málskjútti var Thomas Bjørn Miezan, og Jóhan Samuelsen átti uppleggið. Hetta var annað málið hjá Thomas Bjørn Miezan í 1. deild í ár.
Fríggjadagin um eina viku fær B36 vitjan av Víkingi, og annan leygardag fer EB/Streymur til Klaksvíkar.