Tað haltar á toppinum hjá oddaliðnum

Tað er ivasamt, um toppskjúttin verður á liðnum, tá ið KÍ seinnapartin verður í Gundadali, har HB við nýggjum íblástri verður vertur

Klassikarin í Gundadali millum HB og KÍ verður seint seinnapartin. Fyrr í ár hevur KÍ vunnið tvær ferðir ímóti HB, og eftir fyrsta triðingin hevur KÍ fulla úrtøku.

 

7. apríl vann KÍ steypadystin í Gundadali 2-1, og 17. apríl endaði landskappingardysturin í Klaksvík við 4-0 heimasigri. Í steypadystinum skoraði Páll A. Klettskarð sigursmálið.

 

Tað er rættiliga ivasamt, um Páll A. Klettskarð verður millum teir fyrstu ellivu á KÍ liðnum í dag. Tíðliga í 2-1 útisigrinum ímóti NSÍ var Páll skaddur, men hann treiskaðist og var á vøllinum alla tíðina.

 

Síðani hevur KÍ toppskjúttin, sum í landskappingini hevur skorað 10 mál í 9 dystum, ikki vant saman við liðfeløgunum. Hann er partur av hópinum í dag, men tað er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla. Claes Philip Kronberg er framvegis skaddur.

 

Í HB er lagið nógv betri nú, enn tað var, tá ið liðið tapti ímóti KÍ í bæði steypakappingini og landskappingini. André Olsen er nýggjur venjari, og fyrsta royndin endaði við 1-0 sigri á útivølli ímóti Víkingi.

 

Í Sosialinum í gjár sigur André Olsen soleiðis:

 

-Vit hava havt stutta tíð saman, men setningurin hevur verið at fáa hugburðin framaftur, sum vísir, at tað snýr seg um at arbeiða saman sum eitt lið. Tað sást í 1-0 sigrinum í Gøtu, og nú vóna vit, at tað eisini fer at eydnast, tá ið KÍ í morgin verður gestur í Gundadali. KÍ hevur fulla úrtøku, og tað boðar frá stórari styrki, og vit eru spentir at hitta KÍ, sigur fyribilssetti HB venjarin André Olsen.

 

Aftrat nýggja venjaranum eru Teitur Matras Gestsson, Tróndur Jensen og Jens Martin Knudsen á HB beinkinum. Ikki minst HB DNAið hjá Teiti og Tróndi eigur at fara at hava stóran týdning fyri at fáa væl betur arbeiðslag og stríðsvilja, enn tað var, tá ið HB 17. apríl legði rygg til eyðmýkjandi 4-0 tap í Klaksvík.

 

Ári Mohr Jónsson er tøkur aftur eftir sjúku, og Klavs Kramens er tøkur aftur eftir leikbann.

 

Vongverjin Mathias Voss hevur verið darvaður av vøddaskaða.

 

Áki Johannesen, Bartal Wardum og Ejvind R. Mouritsen eru skaddir.

 

HB – KÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.15.