Venjing ger meg glaðari og gevur mær yvirskot

- Venjing ger meg glaðari og gevur mær meira yvirskot at handfara truplar støður. Hóast kroppurin kann kennast troyttur, so fyllist eg við orku, sigur Barbara M. Tausen

 

Hvat gert tú fyri at halda teg sunna? 

- Eg royni at halda meg virkna í gerandisdegnum, bæði likamliga og sálarliga. Eg royni at hava rørslu sum ein náttúrligan part av degnum og at eta so heilsugott sum til ber. 

Tað sigur Barbara M. Tausen, námsfrøðingur, sum er varaleiðari í dagstovninum, Mýrifípuni. Hon er eisini nývaldur býráðslimur á Tvøroyri. 

- Tá tú sum námsfrøðingur arbeiðir við børnum, hevur tað við sær, at rørsla er ein stórur partur av gerandisdegnum. Annars hevur ítróttur altíð verið ein partur av mínum lívi - heilt frá tí, at eg var smágenta. Alt frá fótbólti, hondbólti, kapprenning, og nú seinastu árini hevur kappróður fylt nógv í mínum og okkara lívi sum familja. 

Hon vísir á, at í ár hevur hon ikki róð nakað fast, men hevur hjálpt ymiskum manningum runt í landinum, bæði í venjing og á stevnum. 

- Næsta ár er ætlanin at manna bát aftur, tí eg sakni veruliga at kenna, at hørð venjing gevur mær størri vælveru. Eg haldi tað eisini vera umráðandi, at tú ikki bert hevur fokus á sjálva venjingina, men at felagsskapurin er ein eins stórur partur av tí at halda heilsuni við líka. 

Barbara sigur, at tað sosiala ger, at tú kennir teg sum ein part av einari heild, og hetta styrkir ikki bara likamligu heilsuna, men so sanniliga eisini tí sálarligu. 

Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur? 

- Rørsla er avgerandi, bæði fyri kropp og sinn. Tað er ikki bara fyri at halda seg í form, men eisini fyri at fáa orku og betri sinniliga kenslu. Rørsla gevur okkum eisini eina kenslu av yvirskoti, serliga tá lívið krevur eitt sindur eyka av okkum. 

Hon heldur fyri, at neyðugt er ikki endiliga at renna eitt maraton fyri at halda seg í sving.  

- Tað kann vera ein gongu- ella súkklutúrur við børnunum ella ein lítil rennitúrur. Tað hevur ikki bara alstóran týdning fyri meg at røra meg, men eisini at læra míni børn, hvussu umráðandi rørsla og venjing er. 

Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? 

- Ja, heilt víst. Eg føli stóran mun á heilsuni, tá eg íðki regluliga. Hetta ger meg glaðari, gevur mær meira yvirskot og hjálpir mær betur at handfara truplar støður og ábyrgd sum heild. Hóast kroppurin kann kennast troyttur av harðari venjing, so fyllist mítt høvd við orku. 

Hon heldur eisini, at tað at vera virkin ger, at hon kennur seg meira nærverandi, bæði í arbeiði og saman við familjuni.

- Venjing verður tí avgjørt nakað, eg altíð fari at raðfesta. Sálarliga heilsan hjá mær hongur eisini saman við at vera saman við familju og vinfólkum. 

Og Barbara M. Tausen endar við hesum orðum: 

- Eg meti meg at vera eitt sosialt menniskja og samveran við øll tey, ið eru kring meg dagliga, gevur mær íblástur og ríka gleði. Men samstundis havi eg eisini tørv á at vera fyri meg sjálva av og á. Hetta gevur mær frið og fremur eina ávísa sinniliga javnvág, leggur hon aftrat.

 

(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)

 

Lesið eisini:

 

Renniskógvar kundu minkað nógv um heilivágin https://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin