OYL: Føroysku badmintonleikararnir løgdu bragdliga fyri

Einstaklingakappingarnar byrjaðu í dag

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Badmintonsamband Føroya skrivar á facebookvanga sínum:

 

- Í dag byrjaðu einstaklingakappingarnar, har einstøku leikararnir kappaðust í ávíkavíst einmansleiki og tvímansleiki. Kappast verður eftir cup-skipanini, har tú vinnur ella forsvinnur.

 

Allir føroysku badmintonleikararnir vunnu allar sínar fyrstu dystir. Serliga spennandi gjørdist dysturin millum Christian Berg Petersen og grønlendska Julian King, har tað eydnaðist Christian at vinna triðja settið 21-19. Hini settini endaðu 21-10, 11-21.

 

Í morgin helda kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki áfram til og við hálvfinalurnar. Hósdagin verður kappast í blandaðum tvímansleiki. Allar finalurnar verða leiktar fríggjadagin.

 

Á myndini síggjast Sanna og Mia Thorkildshøj, sum saman vunnu seg víðari í tvímansleiki. Skrivar BSF. 

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya