Hann varð kannaður fyri rúsevni, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum. Hann var eisini skuldsettur fyri at hava amboð at rúsa seg við uppi á sær.
Í nátt tók løgreglan eisini ein bilførara á Sandoynni, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð handtikin, kannaður og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Tá løgreglan seinnapartin í gjár millum klokkan 16 og 17 kannaði ferðluna á Marknagilsvegnum, vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at tosa í fartelefon. Tað gav teimum klipp í koyrikortið
Í gjárkvøldið var løgreglan fleiri ferðir úti eftir fullum fólkum, sum lógu avdottin ymsa staðni ella sum ikki kláraðu seg víðari. Hetta var millum klokkan 19 og 22 ígjárkvøldið.