Eivør samlar fólk á sandinum

Eyðkenda songkvinnan megnar aftur í ár at samla G! fjøldina á Gøtusandi

Sum siðvenja plagar at vera, spælir Eivør aftur á sandinum á ársins G! festivali. Ongin ivi er um, at hetta er ein konsert, sum plagar at samla sera nógv fólk. Seinastu árini er Eivør á onkran hátt vorðin ímyndin av G! “Hetta er tað tættasta vit hava uppá eina drotning í Føroyum” sigur ein av teimum mongu áskoðarunum, sum er møtt upp til konsertina. Við sangum sum “Hugsi bert um teg”, "Í Tokuni" og “Gullspunnin”, fær tann lokala sangarinnan bæði ung og gomul í ein heilt serligan G! stemning.