Mikudagin verður badmintonlandsliðið heiðrað

Klokkan 16 verður almenn móttøka í badmintonhøllini í Havn

Mynd: Badmintonsamband Føroya

Badmintonsamband Føroya skrivar á facebookvanga sínum:

 

- ALMENN MÓTTØKA FYRI OYL-LEIKARUM

 

Mikudagin 23/7 klokkan 16 verður almenn móttøka í badmintonhøllini í Havn fyri landsliðsleikarum okkara, sum fingu so góða úrtøku á oyggjaleikunum á Orkney farnu vikuna. Heili 8 heiðursmerkir vunnu tey til Føroyar.

 

Kom og heiðra teimum saman við okkum!

 

Kaffi, te og okkurt søtt afturvið verður eisini bjóðað. Skrivar BSF.

 

Mynd: Badmintonsamband Føroya