Katrin Holm sigur í Degi & Viku, at Eldraráðið í Tórshavnar kommunu ikki verður hoyrt. Tað er keðiligt, at Katrin, sum hevur verið í Eldraráðnum seinastu 8 árini, hevur hesa uppliving av sambandinum millum Eldraráðið og kommununa. Eg eri ikki samd í tí, sum Katrin førir fram, tó at eg eri fult greið um, at tað altíð ber til at gera ting betur.
Heilsu- og eldranevndin, har eg eri forkvinna, hevur havt fleiri fundir við Eldraráðið og umrøtt kommunal viðurskifti á eldraøkinum, umframt at Eldraráðið hevur fastar fundir við borgarstjóran 3 til 4 ferðir um árið.
Eisini havi eg við stórum áhuga luttikið á sera góða og læruríka eldradegnum, sum Eldraráðið saman við umsitingini í kommununi hevur skipað fyri eina ferð um árið.
At eingin politiskur áhugi var í ár, er ikki rætt. Eg var spent uppá dagin, og eg visti, at evnið skuldi vera eldrabústaðir og eldrabúfelagsskapir og framløga av kanning um hetta evnið, sum Eldraráðið hevði latið gera. Tí var eg skjót at boða frá luttøku. Og eg var vónbrotin, tá eg frætti, at Eldraráðið hevði gjørt av at avlýsa dagin.
Tí júst sum bústaðir fyri eldri er eitt hjartamál fyri KatrinaHolm, er hetta eitt evni, sum eisini hevur mín stóra áhuga.
Tórshavnar kommuna leggur í løtuni seinastu hond á ein eldrapolitikk, og í hesum arbeiðinum er Eldraráðið hoyrt.
Eldraráðið hevur fingið regluliga kunning um stórarøktarheimið í Stórubrekku, sum verður boðið út í næstum, men hevði ikki umboð í fokusbólkunum, sum arbeiddu við projekteringini. Um hetta skuldi verið gjørt øðrvísi, kann sjálvsagt diskuterast.
Tað vísir seg, at áhugin at stilla upp til Eldraráðið er lítil. Hetta er triðja valið á rað við lítlum áhuga, tí støðan var tann sama til valið í 2020 og til valið í 2016. Vit taka nú avleiðingarnar, og eitt samt býráð atkvøddi í gjár fyri, at viðtøkurnar fyri Eldraráðið skulu endurskoðast. Neyðugt er við greiðari ásetingum um, júst hvørjar uppgávur Eldraráðiðskal hava, og um, hvat Eldraráðið og politiska skipanin kunnu vænta av hvørjum øðrum. Eldraráðið verður sjálvandi eisini tikið við í hetta arbeiðið.
Fari at nýta høvið at takka Katrini Holm og hinum limunum í Eldraráðnum fyri gott arbeiði seinastu fýra árini.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar býráð.