EM24: Slovakia er helst bara undirhald

EM24: Slovakia kann vinna seg víðari, men á pappírinum er hetta veikasta liðið í einum veikum bólki.

Slovakia vann seg víðari sum nummar tvey – aftan fyri Portugal – í undankappingarbólki J. Slovakia tapti eisini báðar dystirnar móti Portugal og spældi javnleik í fyrsta umfari móti Luksemborg. Men so vunnu slovakar eisini fyri rest. Teir vunnu tvær ferðir á Íslandi, Liktenstein, Bosnia og eina ferð móti Luksemborg.

 

Tað eru ikki tey kendu nøvnini á slovakiska landsliðnum. Stóra stjørnan er verjuspælarin Milan Skriniar, sum spælir við Paris St. Germain í Fraklandi. Hann spældi áðrenn við Inter og verður mettur sum ein bestu verjuspælarum í heiminum. 29 ára gamli verjuspælarin fekk ein óhepnan skaða fyrr í hesum kappingarárinum, men er komin fyri seg.

 

Marek Hamsik hevur verið superstjørnan á liðnum, men hann valdi at gevast í 2023. Miðvallarin var ímyndin av Slovakia í næstan 15 ár, meðan hann eisini spældi við Napoli í Seria A.

 

Á miðvøllinum eita teir nú Ondrej Duda (Verona), Stanislav Lobotka (Napoli) og Juraj Kucka (Slovan Bratislava). Hetta er ein rímiliga sterkur miðvøllur og venjarin Francesco Calzona dámar væl at hava ein miðvøll, ið kann stýra leikferðini.

 

Tað verður tað brúk fyri til EM. Slovakia er millum veikastu londini, sum er við til endaspælið. Tó hevur lutakastið verið við teimum. Umframt Belgia, so eru hini londini Rumenia og Ukraina. Her kann alt henda og møguleikin fyri at blíva nummar tvey, ella ein av fýra teimum bestu 3’arunum er avgjørt til staðar. Tað hugsa tey helst eisini í Rumenia og Ukraina.

 

Landsliðsvenjarin Francesco Calzona hevur úr at gera. Í februar í ár tók hann eisini við sum høvuðsvenjari hjá Napoli. Hann hevur fyrr verið í felagnum í øðrum samanhangum, men tað hevur ikki hjálpt upp á úrslitini hjá Napoli.

 

Hetta er bara triðju ferð, at Slovakia er til eitt EM-endaspæl. Her er ein kjansur fyri, at Slovakia kann vinna seg víðari, men á pappírinum er hetta veikasta liðið í einum veikum bólki.

 

Føroyar hava tvær ferðir spælt móti Kekkoslovakia, og tvær ferðir móti Slovakia. Í 1996 vóru vit bara minuttir frá at spæla javnleik á Svangaskarði, tá Peter Dubovský, sáli, skoraði beinleiðis upp á fríspark. Sigur tú Slovakia, so sigur tú eisini KÍ og Slovan Bratislava. Hvør minnist ikki orrustuna um koronadystin í 2020?

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Martin Dúbravka (Newcastle)

 

Marek Rodák (Fulham)

 

Henrich Ravas (New England)

 

​Verjuspælarar:

 

Peter Pekarík (Hertha Berlín)

 

Norbert Gyömbér (Salernitana)

 

Denis Vavro (FC København)

 

Milan Skriniar (PSG)

 

Adam Obert (Cagliari)

 

Dávid Hancko (Feyenoord)

 

Vernon De Marco (Hatta)

 

Sebastián Kósa (Spartak Trnava)

 

Miðvallarar:

 

Matús Bero (Bochum)

 

Juraj Kucka (Slovan Bratislava)

 

Tomás Rigo (Baník Ostrava)

 

Patrik Hrosovsky (Genk)

 

Stanislav Lobotka (Napoli)

 

Ondrej Duda (Verona)

 

László Bénes (HSV)

 

Álop:

 

Dávid Duris (Ascoli)

 

Tomás Suslov (Verona)

 

Ivan Schranz (Slavia Prag)

 

Róbert Bozeník (Boavista)

 

David Strelec (Slovan Bratislava)

 

Lubomír Tupta (Slovan Liberec)

 

Leo Sauer (Feyenoord)

 

Lukás Haraslín (Sparta Prag)

 

Venjari: Francesco Calzona (Italia)