VIDEO: Argentina vann seg í fjórðingsfinalurnar í Copa America

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Argentina-Chile 1-0 (0-0)

Við einum sigursmáli, ið Lautaro Martinez skoraði í 88. minutti í dystinum hjá Argentina móti Chile í innleiðandi bólki A er staðfest, at Argentina er víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Í sama bólki vann Kanada við einum sigursmáli hjá hjá Jonathan David 1-0 á Peru.

 

Eftir tvey umfør hevur Argentina seks stig. Kanada hevur trý stig, meðan Chile og Peru hava eitt stig hvør.

 

Í triðja umfarinum eru dystirnir Argentina-Peru og Chile-Kanada.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Argentina-Chile 1-0 (0-0):

 

##med2##