Nú dysturin millum Heilsurmálarráðið og Heilsutrygd hevur leikað í longdari leiktíð í nærum 12 ár, mundu flestu halda, at nú var málið um heilsutrygdargjaldið avgreitt. Kærunevndir hava tikið avgerið[ir], Føroyar rættur og landsrættur staðfest tær og landsstýriskvinnur hava játtað at endurrinda heilsutrygdargjaldið, sum er goldið í stríð við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd [NS].
Men áhaldni hjá landsstýrinum, Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd fyri útisiglarans rokning er átaluvert. Lógaruppskotið er seinasta royndin at førka dystin av vøllinum yvir á skrivaraborðið. Væl mannaði við alskyns serfrøðingum og løgfrøðiligum ráðgevum er lógaruppskotið vorðið til veruleika.
Lógaruppskotið er snøgt sagt ein roynd hjá Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd at bjarga sínum egna skinni og vónandi sleppa undan rokningini samstundis.
Løgritið
Lógaruppskotið hevur verið leingi ávegis, men varð umsíður sent til almenna hoyring í desember 2024. Nú uppskotið verður borið í tingið [februar 2025], hevur Heilsumálarráðið lagt nakað av blekki afturat uppruna lógaruppskotinum – eitt løgrit. Í Januar 2025, kom nýtt løgrit [Løgrit 3] frá Løgmansskrivstovuni um støðu løgtingslóga í mun til millumtjóðarættarligar skyldur. Hetta má sigast at koma í evstu løtu, tí undanfarna løgrit 2 [2019] var ikki til stórt gagn hjá hvørki Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd.
Málið um Heilsutrygdargjaldið snýr um, at um løgtingslóg er í stríð við millumtjóðasáttmálar [t.d. NS], sum Føroyar, ella Danmark vegna Føroyar, hava samtykt við onnur lond, so hevur løgtingslógin ikki gildi. Hetta var eisini niðurstøðan hjá Føroya Rætti vísandi til grein 55 í Stýrisskipanarlógini.
Dómurin eisini umrøddur
Í Løgriti 3, verður dómurin í Føroya Rætti eisini umrøddur. Víst verður til løgtingsmál 107/2016, har landsstýriskvinnan í heilsumálum legði fram uppskot um undantak fyri gjaldsskyldu. Í Løgritinum stendur m.a. at allir løgtingslimir eru gjørdir varugir við sjónarhornið, at heilsutrygdarlógin ikki samsvarar við NS og tí er ógildigur smb. § 55 í stýrisskipanarlógini. Uppskotið varð beint í Trivnaðarnevndina til viðgerar. “Trivnaðarnevndin hevur fleiri fundir um málið, har hon m.a. hoyrir Antares (áhugafelag fyri sjófólk, ið eru umfatað av reglugerðini). Sjónarhornið um, at heilsutrygdarlógin ikki samsvarar við norðurlandasáttmálan, verður uttan iva tikið fram á hesum fundum. Hóast løgtingslimirnir hava kent til ósamsvarið millum millumtjóðasáttmálan og løgtingslógina, skrivar Trivnaðarnevndin einki álit í málinum, og málið fellur burtur, tá løgtingsárið endar 29. juli 2017.”
Útfrá hesi støðug metir Løgritið [á s. 8] at “Hetta kann ikki skiljast sum annað enn, at Løgtingið er ósamt í tulkingini um, at løgtingslógin ikki samsvarar við millumtjóðasáttmálan. Løgtingið kann ikki metast hava í huga at bróta millumtjóðasáttmálar. Støða Løgtingsins er almenna støða Føroya, og landsstýrisfólkið er tí bundið at taka undir við tulking Løgtingsins. Tá Løgtingið ikki metir, at millumtjóðasáttmáli er brotin, og norska ríkið ikki hevur reist mótmæli, og tvístøðan ikki er viðgjørd eftir grein 11 í millumtjóðasáttmálanum, kann § 5, stk. 1 í heimastýrislógini samanborin við § 55 í stýrisskipanarlógini ikki nýtast. Einstaklingar, sum ikki hava átalurætt í millumtjóðasáttmálum, kunnu ikki virkja ásetingina. Orðingin í løgtingslógini um heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) má tí metast vera galdandi í Føroyum”
Sagt við øðrum orðum, er Løgrit 3 sálarbótin hjá Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd. Løgritið ikki bert fríkennir Heilsumálarráðið og Heilsutrygd, tað metir grundgevingarnar hjá Føroya Rætti fyri frídøming við hesum eru strikaðar og ikki galdandi! – Fúlari tulking finst ei.
At Løgmansskrivstovan dyttar sær at tulka eitt manglandi álit frá trivnaðarnevndini sum at løgtingið er ósamt í tulkingini av § 55 í Stýrisskipanarlógini er at skúgva bæðir lógir, vit og skil til viks. Løgtingsfólk hava bíðað við toli eftir lógaruppskotinum, men verða nú av løgritinum løgd undir sjálvi at vera orsøk til ruðulleikan, tí tey ikki hava avgreitt málið.
Sjálvt ikki fanin við hansara snildum og sviki, hevði kunnað tulka Bíbliuna meira missvísandi. Um hetta skal verða rættarstøða Føroyar, at manglandi álit í málum sum fella burtur eru staðfestingar av at løgtingið er ósamt ið lógaruppskotinum og at landsstýrisfólk eru bundin at taka undir við hesi tulking hóast manglandi álit, so er ikki lætt hjá høgru hond at vita hvat vinstra ger.
Verður hetta lógaruppskotið samtykt, verða Føroyar settar undir umsiting av umsitingini, ið við síni tulking megnar at skúgva lóg og landaskil til viks til frama fyri síni fatan.
Tó má sigast at Heilsumálarráðið við Løgmansskrivstovuni í bakinum er uppsfinsamt. Bara hugflogið setir mørkini, sum verða flutt úteftir alla tíðina.
Tí hóast Løgritið blástemplar heimildarloysið hjá Heilsumálarráðnum og Heilsutrygd, og lógaruppskotið staðfestir, at tað framvegis er ógreitt, “hvørt persónar, ið hava goldið sosialttrygdargjald í øðrum Norðurlandi, samstundis sum hesir hava rindað heilsutrygdargjald í Føroyum, hava rætt til at fáa afturrindað heilsutrygdargjald”, so hevur Heilsumálarráðið kortini tikið avgerð um at áseta reglur í lóg, soleiðis at greið lógarheimild fæst fyri at afturrrinda heilsutrygdargjaldið aftur í tíð.
Og soleiðis ætlar Heilsumálarráðið at fáa æruna fyri at útisiglarar og onnur ið hava rinda dupult heilsutrygdargjald í áratíggju nú kunna fáa ‘loyvi at søkja’ um at fáa stuldurin afturrindaðan.
So kunnu sáttmálar, stýrisskiparnarlógir og avgerðir frá dómstólum annars hoppa og renna.
Skattur við afturvirkandi kraft!
Júst sum tey órættaðu hildu seg hava vunnið dystin, roynir Heilsumálarráðið at koldøma dystin og skræða hol í netið, so tey mongu málini ikki telja kortini.
Í lógaruppskotinum er áseting um, at um ‘umsøkjarin’ hevur fingið frádrátt í skattinum smb. § 154 b í skattalógini, so verður upphæddin drigin frá, áðrenn heilsutrygdargjaldið verður afturrindað.
Í stóru skattaumskipanini hjá Landsstýrinum í 2023, varð § 154 b frádrátturin strikaður. Hesin loyvdi teimum, sum rindaður sosialgjøld í samsvar við NS, at draga gjøldini frá í føroyska skattinum. Frá 1. Januar 2024 hevur tískil ikki verið møguligt at draga sosialgjøld frá í føroyska skattinum.
At Heilsumálarráðið nú ynskir at tengja afturrindanina av heilsutrygdargjaldinum at 154 b frádráttinum er ikki bert at blanda perur við baninir, tað er at áleggja ávísum borgarum skatt við afturvirkandi kraft, ið er í beinleiðis stríð við § 41 í Stýrisskipanarlógini.
Sambært § 41 í stýrisskipanarlógini má eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg. Víðari stendur at “Beinleiðis ella óbeinleiðis skattur kann ikki verða álagdur fyri inntøkur, innflutning, útflutning, sølu, gjald ella tílíkt, sum er farið fram í tíðini, áðrenn løgtingslógaruppskot um hetta varð lagt fyri løgtingið.”
Við lógaruppskotinum frá Heilsumálarráðnum, verður 154 b frádrátturin strikaður aftur í tíð og eitt møguligt endurgjald fyri heilsutrygdargjaldi mótroknað í eyka skattinum.
Á hendan hátt endar rokningin aftur hjá útisiglarunum. Hóast lyftið um afturrindan verður møguligt endurgjald etið av eyka skatti, sum hesi skulu rinda aftur í tíð.
At slík lógaráseting sleppur at síggja dagsins ljós er onki minni enn ein gøla, ið undirgrevur alt lógargrundarlagið.
Hóast útisiglararnir vunnu málið í Føroya Rætti, tykist tað sum Heilsumálarráðið og Heilsutrygd kortini vunnu dystin á skrivaraborðinum.
Ráða føroyingar í Føroyum?
Rithøvundarnir handan Løgritið smæðast ikki at prika til ‘norsku løvuna’. Víst verður á tá “norska ríkið ikki hevur reist mótmæli, og tvístøðan ikki er viðgjørd, kann § 5, stk. 1 í heimastýrislógini samanborin við § 55 í stýrisskipanarlógini ikki nýtast”. Við øðrum orðum tulkar Løgritið manglandi áhugan úr Noreg, sum at Føroyar kunnu halda fram við at krevja føroyingum [og norðurlendingum við] eftir dupultum heilsutrygdargjaldi. Hetta máar alt grundarlagið undan rættarstøðu føroyinga, tí smb. løgritinum kunnu føroyingar ikki kæra til føroyska myndugleikar, men mugu seta sítt álit á, at norska ríkið ger tað vegna føroyingar.
Í Føroyum er løgtingið er valt av føroya fólki at lóggeva, rætturin er til at tulka hesar lógir og landsstýrið at útinna tær.
Málið um heilsutrygdargjaldið nærkast konfirmatiónsaldur, og hóast løgtingið í 2015 samtykti, at norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd skal vera galdandi í Føroyum, og Føroya Rættur hevur staðfest at hesin sáttmálin er galdandi framum heilsutrygdarlógina, so tvíheldur Heilsumálarráðið við hesum lógaruppskoti, at tað framvegis er ógreitt um persónar, sum hava goldið dupult heilsutrygdargjald, hava rætt til at fáa heilsutrygdargjaldið afturrindað.
Nú mugu politikkarar vakna og sjálvir taka um endan, og ikki lata seg stýra av andlitsleysum løgfrøðingum handan leiktjaldið.
At landsstýriskvinnan í heilsumálum letur Heilsumálarráðið leggja hennara navn til hetta lógaruppskotið, sum er enn eitt brot á Stýrisskipanarlógina, setur spurnartekin við, hvør tað er sum hálar í træðrirnar í hesum málinum. Vónandi verður hetta uppskotið tikið aftur.
Floytan hevur ljóðað, dysturin er av. Heilsumálarráðið og Heilsutrygd hava tapt. Virði nú avgerðina og endurrinda tað sum tit hava kravt inn í heimildarloysi.
Grímur Sundstein, Fólkaflokkurin