ES-londini eru í morgun vorðin samd um 18. revsipakkan móti Russlandi.
Tað upplýsir uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas.
Revsitiltøkini fara at vikna evnini hjá Russlandi at føra kríggj, skrivar hon á sosiala miðlinum X.
- Vit standa stinn. ES hevur júst samtykt ein av harðastu pakkunum við revsitiltøkum móti Russlandi higartil.
- Vit skerja krígsjáttanina hjá Russlandi enn meira og seta tiltøk í verk ímóti 105 skipum afturat í skuggaflotanum og teimum, sum hjálpa honum. Harumframt avmarka vit atgongdina hjá russiskum bankum til fígging, skrivar uttanríkispolitiski leiðarin.
Revsitiltøkini vórðu samtykt, eftir at forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, hóskvøldið segði, at landið ikki longur fer at forða fyri nýggjum revsitiltøkum, sum krevja fulla semju.
Endamálið við nýggja revsipakkanum er millum annað at raka russiska orkuøkið.
Eitt lægri prísloft verður tí sett í gildi fyri ráolju, sum Russland tjenar nógvan pening av at útflyta.
Samstundis verður bann sett fyri at nýta gassleiðirnar Nord Stream 1 og 2 í Eystursjónum.
ES vónar at gera tað so dýrt hjá Russlandi at føra kríggj móti grannalandinum Ukraina, at russar gevast við sínum krígsætlanum.
- Vit fara framhaldandi at hækka kostnaðin, soleiðis at einasta skilagóða leiðin hjá Moskva verður at steðga áganginum, skrivar Kaja Kallas á X.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, leggur eisini dent á, at trýstið á Russland økist við revsitiltøkum, sum raka inntøkurnar av olju og gassi.
- Vit herða nú takið á russisku krígsmaskinuni við nýggjum tiltøkum móti orkuinntøkum, útflutningi, uttanumviki av skuggaflotanum.
- Undir danska formansskapinum hevur ES í dag gjørt avtalu um ein 18. sanktiónspakka, sum økir um trýstið á Russland, skrivar hann á X.
Slovakia hevur higartil staðið í vegin fyri revsitiltøkupakkanum fyri at seta ES-nevndini krøv í samráðingum um at steðga innflutninginum av russiskum gassi frá 2028.
Slovakia vil gjarna kunna halda fram at keypa gass úr Russlandi í eitt longri tíðarskeið.
Ritzau/Reuters