ES: Semja um 18. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi

ES-londini eru vorðin samd um ein nýggjan pakka við revsitiltøkum móti Russlandi.

Tað siga ónevndir diplomatar við tíðindastovurnar Reuters og AFP.

Hetta er 18. pakkin við revsitiltøkum á rað.

Fráboðanin kemur, eftir at forsætisráðharrin í Slovakia, Robert Fico, í gjárkvøldið segði, at Slovakia ikki longur fer at forða fyri nýggjum revsitiltøkum, sum krevja fulla semju.