Í grønlenska býnum, Sisimiut, eru tey í holt við at fyrireika eitt friðarligt mótmælistiltak móti amerikansku vitjanini í Grønlandi. Hetta verður aðru ferð, at tey í grønlendska býnum mótmæla amerikanskari vitjan, og mótmælistiltakið hesaferð verður leygardagin.
Tað er ein bólkur av fólkum í Sisimiut, sum taka stig til tiltakið, og hetta verður sambært stigtakarunum eitt friðarligt mótmælistitak.
Sermitsiaq hevur skift orð við Per Nørgård, sum er ein av stigtakarunum, og hann sigur, at endamálið við tiltakinum er at senda eitt greitt "signal" til USA, men hetta verður ikki við rópum og skrálan, sum hann tekur til.
- Vit fara at venda ryggin til, tá tey koyra framvið. Tað verður okkara háttur at vísa, at vit ikki eru fegin um, at tey eru her. So vit vilja heita á so nógvar borgarar sum gjørligt at møta upp og vísa sína ónøgd, sigur hann við Sermitsiaq.
Amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright, skal saman við amerikanska trygdarráðgevanum, Mike Waltz, vitja amerikansku hernaðarstøðina í Thule, Pituffik Space Base. Hetta vátta tey eisini í Hvítu Húsunum sambært Reuters.
Sum skilst, fer Usha Vance, sum er kona amerikanska varaforsetan, at hyggja eftir tiltakinum, Avannaata Qimussersua, sum verður í Sisimiut - júst leygardagin, tá fólk fara skipa fyri mótmælistiltakinum.