Fípan Fagra úr Klaksvík hevði vunnið allar seks róðrarnar undan ólavsøku, og aftur í dag vóru tað ungu dreingirnir úr Klaksvík, sum vóru fyrstir á mál.
Talan er um unga manning við sera góðum avrikum. Teir vunnu í dag fyri 21. ferð á rað, og tað er sera merkisvert.
Beinanvegin í startinum sprakk Fípan Fagra avstað. Klaksvíkingar vunnu beinanvegin tað mesta av einari bátslongd, og so sá tað ikki út til, at nakar megnaði at bjóða ungu og sigursvandu dreingjunum av.
Áralagið var vakurt, tøkini trygg, tað munaði heilt væl, og tað kendist sum um, at sjálvsálitið var stórt, og at teir høvdu gott tak á, hvar næstu bátarnir vóru.
Í FM kappingini er Kollur næstbestur. Hann hevur í øllum teimum undanfarnu kappingunum verið næstfremstur, men soleiðis var ikki í dag. Teistin av Argjum tók Koll, og tá ið teir fóru um málið var tað meiri enn ein bátslongd frá Teistanum og aftur til Koll, sum akkurát var undan Falki hjá teimum úr Hvalvík/Streymnesi.
1 | Fípan Fagra (KRF) | 04:44.01 | +00.00 | 7 | ||
2 | Teistin (AR) | 04:46.00 | +01.99 | 6 | ||
3 | Kollur (KÍF) | 04:49.07 | +05.06 | 5 | ||
4 | Falkur (HVR) | 04:49.27 | +05.26 | 4 | ||
5 | Firvaldur (FSR) | 04:52.47 | +08.46 | 3 | ||
6 | Fiskurin (VK) | 04:57.13 | +13.12 | 2 | ||
7 | Sævarmoy (KRF) | 05:00.14 | +16.13 | 1 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 05:01.44 | +17.43 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 05:09.40 | +25.39 | 0 | ||
10 | Blikur (AR) | 05:24.34 | +40.33 | 0 |
1 | Fípan Fagra (KRF) | 7 | 49 | ||
2 | Kollur (KÍF) | 7 | 41 | ||
3 | Teistin (AR) | 7 | 32 | ||
4 | Falkur (HVR) | 7 | 28 | ||
5 | Firvaldur (FSR) | 7 | 18 | ||
6 | Fiskurin (VK) | 7 | 14 | ||
7 | Sævarmoy (KRF) | 7 | 14 | ||
8 | Flógvin (ERF) | 7 | 0 | ||
9 | Ternan (NSÍ) | 7 | 0 | ||
10 | Blikur (AR) | 5 | 0 |