Fípan vann stórsigur í fjórða FM róðrinum

5-mannafør dreingir 14-16 ár: Líkindini at rógva kapp eru av teimum fagrastu í Fuglafirði

Tey halda varmakeldustevnu í Fuglfirði í dag. Líkindini eru av teimum fagrastu. Sólin sær frá heiðum himni, og tað er stilt og turt og lýtt. Hetta er fjórði FM kappróðurin í summar. Tað er hásummar, og líkindini eru væl betur, enn tey annars hava verið.

 

Í fyrsta FM kappróðrinum gekk tað einki øðrvísi, enn tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar. Heldur var sigurin hjá teimum úr Klaksvík uppaftur meiri sannførandi, enn hann hevur verið fyrr í ár.

 

Fípan Fagra sprakk avstað, og tá ið startspurturin var av, var hvíti báturin við reyðu stokkunum og bláu rimini meiri enn eina hálva bátslongd undan hinum, og tað var heilt skjótt, at Fípan var eina bátslongd undan næstu bátunum, og tá ið bátarnir fóru um málið, var Fípan Fagra meiri enn tvær bátslongdir undan teimum næstu.

 

Kappingin um næstfremsta plássið var milum Koll, Bylgjuna og Firvald, og har var eingin ivi um, at tað var Kollur, sum var næstfremstur.

 

1 Fípan Fagra (KRF)05:12.17+00.007 
2 Kollur (KÍF)05:16.47+04.306 
3 Teistin (AR)05:20.08+07.915 
4 Firvaldur (FSR)05:20.39+08.224 
5 Falkur (HVR)05:22.25+10.083 
6 Fiskurin (VK)05:22.29+10.122 
7 Sævarmoy (KRF)05:24.46+12.291 
8 Flógvin (ERF)05:25.48+13.310 
9 Ternan (NSÍ)05:42.48+30.310 
       

 

 

 

1 Fípan Fagra (KRF)428 
2 Kollur (KÍF)424 
3 Teistin (AR)419 
4 Falkur (HVR)414 
5 Firvaldur (FSR)412 
6 Sævarmoy (KRF)48 
7 Fiskurin (VK)47 
8 Flógvin (ERF)40 
9 Ternan (NSÍ)40 
10 Blikur (AR)30

 

https://rsfurslit.fo/