Fjórði hvør nýggi bilur í ár er elbilur

Í septembermánaði vóru seldir 39 elbilar sum persónbilar í Føroyum. Tað eru góð 38 prosent av øllum skrásettu persónbiluum í september.

 

Tað hevur facebook-síðan Elbilar í Føroyum roknað seg fram til, nú tølini frá Akstovuni um bilasølunar ársins fyrstu níggju mánaðir eru komin.

38 prosent er munandi meira, enn í fjør, tá sløk 26 prosent av seldu persónbilunum vóru elbilar.

Sum vit skrivaðu á in.fo í gjár, so hevur bilasølan verið lakari í ár enn í fjør. Higartil eru seldir 102 persónbilar, sum er ein triðingur minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá 152 persónbilar vóru seldir.

Hetta hendir samstundis, sum sølan av elbilur veksur.

Hinir bólkanir kláraðu seg soleiðis sambært tølunum hjá Elbilar í Føroyum: 

Bensin: -96 í mun til fyri einum mánaði síðani

Diesel. -31 í mun til fyri einum mánaði síðani

Bensin HEV: +1

Bensin PHEV: 0

Diesel HEV: 0

1. september í ár vóru 27.853 persónbilar á vegunum.

1. oktober eru 27.793 persónbilar, tað eru 60 færri bilar á vegunum eftir einum mánaði.

Tað merkir, at 99 færr persónbilar við útstoyti eru á føroysku vegunum eftir einum mánaði. 

Samlaði persónbilaflotin í Føroyum er øktur við 202 bilum í ár – og tað eru skrásettir 341 elpersónbilar í ár.