Føroyar fara nú upp í fulla ferð

Í ólavsøkurøðuni boðaði løgmaður frá, at nú verður ferð sett á aftur samfelagið

 

Í 16 mánaðir hava Føroyar verið merktar av heimsumfatandi farsóttini, korona, men nú sær ljóaari út.

 

Løgmaður boðaði fyri løtu síðani frá, at nú verður ferð av álvara aftur sett á samfelagið. Hsann legði dent á, at stavnhaldið komandi tíðina verður trivnaður, tryggleiki og vøkstur.

 

- Vit skulu halda fast um tryggleikan, kveikja trivnaðin og áhaldandi skapa vøkstur í landinum, segði løgmaður.

 

 

 

Løgmaður brúkti søguna um føroyska rógvaran, Sverra Nielsen, til at vís á, at tað væl ber til at seta sær høg mál – og røkka teimum. Rógvarin úr Miðvági tryggjaði sær í nátt pláss í OL-finaluni fyri singlescullarar.

 

Sverri Nielsen segði, tá ið hann kom heim eftir at hava vunnið EM:

 

 

 

-At allar Føroyar kunnu vera við, og at øll bygdin kemur og feirar tað saman við mær, tað betýðir øgiliga nógv.”

 

Tí tað betýðir nakað fyri okkum menniskju – fyri trivnaðin – at onnur eru har, segði løgmaður,

 

Sverri Sandberg Nielsen lutaði fegin føroyingum burtur av sigrinum. Og akkurát hetta – at vit luta øðrum burturav, tá ið tað gongst okkum væl – og at onnur rætta okkum eina hond, tá ið á stendur – hevur altíð verið partur av føroysku fólkasálini.

 

-Hetta skal eisini síggjast aftur í politikkinum. Í tí, vit gera fyri trivnað, tryggleika og vøkstur. Segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.