Føroyska manslandsliðið í fótbólti fær ein góðan venjingardyst fýra dagar undan týðandi EM-undankappingardystinum móti Gibraltar, ið verður leiktur á Tórsvølli, mánakvøldið 9. juni klokkan 19.45.
Hósdagin 5. juni á grundlógardegnum klokkan 13 føroyska tíð skulu okkara spæla dyst á útivølli í Georgia.
Tað jaliga er, at Føroyar fáa ein góðan venjingardyst. Tað neiliga er, at liðið skal ferðast langt fyri at spæla hendan venjingardystin.
Síðani 2004 hava Føroyar spælt fáar venjingardystir á heimavølli. Nærum allir venjingardystir hesi farnu 21 árini eru leiktir á útivølli.
16. august í 2006 taptu Føroyar heili 0-6 fyri Georgia í EM-undankappingardysti á Svangaskarði á Toftum. Á útivølli taptu okkara 1-3 tann 28. mars í 2007. Tá skoraði Rógvi Jacobsen eitt av sínum 10 málum fyri føroyska landsliðið.
Fríggjakvøldið 6. juni klokkan 19.45 spælir Gibraltar torføran heimadyst í okkara EM-undankappingarbólki móti Kroatia í Faro í Portugal. Men teir hava eina styttri ferð til Føroya enn okkara hava úr Georgia og heimaftur til Føroya.