OYL: Tvær gull í svimjing - Føroyar hava nú 21 gullheiðursmerki

Føroysku svimjararnir syrgdu fyri seks heiðursmerkjum í kvøld

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

Tað legst aftrat við heiðursmerkjum á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

 

Føroyar hava nú 21 gullheiðursmerki, 13 silvurheiðursmerki og sjey bronsuheiðursmerki. Samanlagt 41 heiðursmerki. Og meir er í væntu.

 

Føroysku svimjararnir vunnu okkum seks heiðursmerki í kvøld.

 

Talan gjørdist um gullheiðursmerki og stórt landsliðsmet í 4x50 blandað við tíðini 1:54.49. Tað vóru Elisabeth Erlendsdóttir, Lea Osberg Højsted, Bjarta Nolsøe í Lágabø, og Alisa Vestergaard, ið vunnu gull. Omanfyri sæst ein mynd Heidi Lava Elgeirsdóttir tók av føroysku gullvinnarunum. 

 

Elisabeth Erlendsdóttir vann gullheiðursmerki, og setti føroyskt met og oyggjaleikamet í 100 metrar rygg. Vinnaratíðin hjá Elisabeth var 1:00.26. 

 

Føroysku mennirnir vunnu silvurheiðursmerki, og teir settu landsliðsmet í 4 x 50 metrar frí. Tíðin hjá føroysku monnunum var 1:32.65. Landsliðsmetið var 1:33.24. Tað var sett á oyggjaleikunum á Jersey í 2015. Tað vóru Ísak Brisenfeldt, Bartal E. Eidesgaard, Líggjas Joensen og Heini Mohr Askham, ið vunnu silvur. 

 

Bartal E. Eidesgaard vann silvur, og setti aftur føroyskt met í 50 metrar bringu. Tíðin hjá Bartali var 27.83.

 

Ísak Brisenfeldt vann silvur í 100 metrar firvald. Tíðin hjá Ísaki var 54.72.

 

Líggjas Joensen vann bronsu í 200 metrar frí. Tíðin hjá Líggjasi var 1:49.71.

 

Kelda: Svimjisamband Føroya. 

 

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir