Framtíðin hjá Filip Djordjevic er upp á pláss

Betri deildin menn: Filip Djordjevic spælir komandi tvey árini við EB/Streymi

Mynd: (EB/Streymur) Fróði R. Petersen, formaður, og Filip Djordjevic

EB/Streymur hevur boðað frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Filip Djordjevic, sum bleiv valdur til ársins spælara í ár.

 

- Vit hava longt við Filip Djordjevic, ið varð kosin til ársins spælari hjá EB/Streymi í ár. Sambært FaroeSoccer hevur Filip í ár spælt 25 dystir fyri EB/Streym, skotið trý mál og sjey upplegg. Filip er uppvaksin í Serbia, men hevur búð í Føroyum síðani 2010, skrivar EB/Streymur og leggur afturat:

 

- Tilsamans er tað vorðið til 281 dystir og 43 mál í bestu føroysku deildini, umframt fleiri dystir í Europa og Champions League. Tískil er talan um ein av royndastu spælarunum í hópinum, ið nú hevur valt at taka tvey ár aftrat í EB/Streymi.

 

Eitt sindur óvæntað hevur EB/Streymur minst málverjan, Kristian Joensen, til niðurflytta NSÍ. Tað er upplagt at halda, at Tórður Thomsen ella Karstin Hansen farin hinvegin.

 

Mynd: (EB/Streymur) Fróði R. Petersen, formaður, og Filip Djordjevic