Harald Engen er skipari umborð í útróðrarbátinum Øygutt. Her vísir hann á kortplottaranum, hvar stóri kavbáturin fór avstað við gørnunum, sum hann hevði sett. Myndin er privat

Ungur skipari fekk kjarnorkuriknan kavbát í gørnini

- Vit vóna sjálvsagt, at tað verður fiskur - og ikki kavbátur - sum vit fara at fáa í gørnini frameftir, sigur ungi skiparin, Harald Engen, brosandi

 

Harald Engen er skipari umborð í útróðrarbátinum Øygutt. Her vísir hann á kortplottaranum, hvar stóri kavbáturin fór avstað við gørnunum, sum hann hevði sett. Myndin er privat

22 ára gamli norðmaðurin, Harald Engen, sum er skipari umborð í útróðrarbátinum, Øygutt, fekk fyrr í heyst ein stóran kavbát í gørnini.

 

Hetta hendi úti fyri oyggjunum, Senja og Kvaløya, í Troms í Noregi.

 

Hann fekk at vita, at kavbáturin hevði drigið øll svartkalvagørnini, sum hann hevði sett, eftir sær, og tá kavbáturin slapp leysur av gørnunum, endaðu tey á havsins botni.

 

Kjarnorkurikni kavbáturin - USS Virginia - hevði drigið gørnini umleið tveir fjórðingar norðuryvir.

 

Fyri mistu gørnini fekk útróðrarbáturin eitt endurgjald á 70.000 norskar krónur, sum svarar til umleið 45.000 krónur í okkara peningi, nú norska krónan er so lág.

 

Tað var norska verjan, sum rindaði honum endurgjaldið.

Samskiftisleiðarin hjá norsku sjóverjuni sigur, at tað er vanligt at rinda eitt endurgjaldskrav, tá sameindir partar kunnu koma at gera skaðar av slíkum slag í Noregi.

 

- Hetta verður gjørt fyri at sleppa teimum, sum verða rakt, undan at reisa eitt krav móti verjuni í øðrum londum - og í einari aðrari rættarskipan, verður lagt aftrat.

 

Tað var miðskeiðis í november, at útróðrarbáturin Øygutt fekk tað í gørnini, sum skiparin allar minst hevði roknað við - nevniliga ein stóran, kjarnorkuriknan kavbát.

 

Tær 52.000 norsku krónurnar vóru fyri mistu gørnini og 18.000 krónur vóru fyri mist veiðivirði - ella 70.000 norskar krónur tilsamans.

 

Við norska kringvarpið - NRK - sigur Harald Engen, at hann fekk alt endurgjaldið, hann bað um, og tað er hann væl nøgdur við.

 

##med2##

 

Fleiri útlendskir miðlar hava skrivað um hendingina, sum ungi norski skiparin og manning hansara vóru fyri, eitt nú bretska The Telegraph, amerikanska Boston Herald og The EurAsian Times.

 

NRK veit at siga, at US Navy hevur borið eina tøkk um NRK til norsku bjargingartænastuna fyri at hava hjálpt kjarnorkurikna kavbátinum burtur úr gørnunum hjá norska útróðrarbátinum.

 

Sjálvur vónar skiparin, at hetta verður fyrstu og seinastu ferð, at hann fær ein kavbát í gørnini.

 

- Vit vóna sjálvsagt, at tað verður fiskur - og ikki kavbátur - sum vit fara at fáa í gørnini frameftir, sigur 22 ára gamli, Harald Engen, brosandi.

 

 

 

 

 

Harald Engen er skipari umborð í útróðrarbátinum Øygutt. Her vísir hann á kortplottaranum, hvar stóri kavbáturin fór avstað við gørnunum, sum hann hevði sett. Myndin er privat

Hetta er kjarnorkurikni kavbáturin, USS Virginia, sum ungi skiparin fekk í gørnini