Landsstýrismaðurin hitt nýsetta skúlastjóran í Skúlanum á Giljanesi

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur havt vitjan av nýggja skúlastjórunum í Skúlanum á Giljanesi

Djóni Nolsøe Joensen og Ester Poulsen høvdu eitt fínt og áhugavert prát um tey evni, sum hava týdning fyri fólkaskúlan, og um hvussu vit saman kunnu tryggja framhaldandi góðsku, læring og trivnað í føroyska fólkaskúlanum.

 

Landsstýrismaðurin greiddi stutt frá sínum ætlanum í sambandi við at menna føroyska fólkaskúlan, har hann eisini fekk møguleika at hoyra hennara meiningar, hugskot og tankar um ein góðan fólkaskúla.

 

Landsstýrismaðurin vísti á stóra týdningin av leiðslu- og arbeiðsuppgávunum hjá skúlaleiðslunum, og hvussu neyðugt tað er við framskygdum hugsanum, tá um ræður menningina av okkara fólkaskúla.

 

At enda nýtti landsstýrismaðurin høvi at ynskja Ester Poulsen blíðan byr í nýggja starvinum sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.