Stjólu øl í hjalli

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at øl var stolið í einum hjalli

Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan frá einum persóni í Niðarugøtu í Hoyvík, sum hoyrd gang úr hjallinum. Tá hann fór út at kanna málið, sá hann nakrar unglingar fara spelandi avstað. Tað vísti seg, at teir høvdu tikið seks øl úr hjallinum.

Seinnaparitn í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um ein persón, sum var mistonktur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Tað var onkur, sum ein mann, sum gekk heldur óstúttur. Men tá løgreglan fekk fatur á manninum vísti tað seg, at hann var blanka edrúur.

– Men tað er gott, at fólk boða frá, tá tey fáa slíkan illgruna, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Løgreglan var í gjárkvøldið eisini á vitjan í ungdómshúsi á Argjum. Hetta ger løgreglan fyri at koma á tal við tey ungu at fáa eitt gott forhold til ungdómin, sigur vaktleiðarin. Og tey hava altíð nógv at spyrja um, sigur vakleiðarin, sum letur væl at hesum.