Styrktur Ríkisfelagsskapur

Sambandsflokkurin bjóðar veruligt frælsi og eina spennandi tilveru við hópin av møguleikum í felagsskapinum í ríkinum

Ríkisfelagsskapurin er styrktur eftir orrustuna hesa seinastu vikuna. Vit hava veruliga fingið innlit í, hvussu stórveldini týggja sær móti smærru londunum, í hesi nýggju imperialistisku tíðini. Tað vísir okkum hvussu umráðandi tað er, at vit eru partur av einum demokratiskum felagskapi, har partarnir virða støðuna hjá hvør øðrum.

 

Stór lond kring okkum taka seg saman í felagsskapir, tí tað loysir seg. Tað ger tað eisini fyri Føroyar og okkara borgarar.

 

Sambandsflokkurin vil eitt frælst fólk í bestu skipanini, ið eisini tænir fólkinum best - ta skipanina hava vit í ríkisfelagsskapinum.

 

Vit hava heimsins besta samfelag við frælsum fólki, ið nærmast hevur óavmarkaðar møguleikar, heima og úti. Vit hava frælsi til at fáa okkum útbúgvingar, góð størv at arbeiða okkum upp, seta búgv o.a.

 

Ríkisfelagsskapurin gevur okkum frælsi og ríkar møguleikar til allar borgarar. Eisini fyritøkur hava fyrimunir av at vera við í vinnuframaskipanum, íverksetaraskipanum og útflutningsátøkum runt allan heim - umvegis okkara felagsskap.

 

Okkara uppgáva er nú at tillaga felagsskapin til nýggju tíðina, har londini hvør í sínum lagi fáa neyðuga rásarúmið at flyta okkum á uttanríkispolitiska pallinum, og at standa saman, tá stórveldini røra uppá seg.

 

Sambandsflokkurin bjóðar veruligt frælsi, eitt lív við møguleikum - og tað gera vit best í einum vælvirkandi ríkisfelagsskapi.

 

 

 

Bárður Nielsen

 

formaður Sambandsfloksins