Fult hús til bankatosk

Í teimum báðum matstovunum heima í Havn, Áarstovu og Barbara Fish House, var fullsett bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, tá tey á matskránni burturav høvdu bankatosk, okkara fremsta brand, sum havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevði lagt upp fyrr í vikuni.

Birkblog:

 

Gastronomiski siðurin at borreiða við toski av Føroyabanka, large cod, á hesum fine dining støði hevur hildið sær síðan 2011, og hevur javnt og samt verið foredlaður øll hesi árini, vár og heyst.

 

Í ár varð høvið at royna ein spanskan smakkvariant og samsvarandi vínskrá í Barbaru, meðan Áarstova hevði valt eina franska tilgerð og tilgongd, har føroyski toskurin í høvuðsheitum er paraður við Chablis víni. 

 

Fyrsta dagin tekur ein skotskur matstovuleiðari úr Aberdeen yvir í Áarstovu, sum øll hesi ár hevur verið og enn er ovast á Tripadvisor. 

 

Hinumegin Gongina hevur eksklusiva og Michelinviðmælda matstovan, Ræst, eisini latið upp við Vanesu sum leiðara og Sebastian Jiménez sum sjefkokki. Hann er úr Atlixco í Meksiko. Sebastian hevur verið kokkur síðan hann var seytjan, skapt egnu pop up matstovuna Cocina Ocho, og sum einogtjúguáragamal fekk hann høvið at opna eina latínamerikanska matstovu í Dubai, sum seinni førdi hann til Tailands, Indonesia, Fraklands, Niðurlond, Russland og at enda til Føroya, har Sebastian í 2019 bleiv partur av KOKS toyminum, og hevur umboða Føroyar í gastronomiskum kappingum á høgum støði. Í 2022 umboðaði hann Føroyar í S. Pellegrino Young Chef Academy Competition og vann Fine Dining Lovers Food for Thought Award. Nú stendur hann fyri køkinum í Ræst, og matstovan sigur í hesum sambandi: We couldn’t be more excited! 

 

Lesið meira á birkblog við at trýsta her

 

##med2##

 

##med3##