Startskotið til EM-endaspælið hjá U17 kvinnulandsliðnum byrjar í Klaksvík. Kappingin verður í døgunum 4. - 17. mai.
- Djúpumýra verður í hesum døgum gjørd klár til at taka ímóti heimsstjørnum úr londum sum Spania, Italia og Fraklandi.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður víst á, at sjey dystir verða leiktir í Klaksvík, og skipað verður fyri spennandi upphitingartiltøkum til tríggjar av hesum dystum.
Upphitingartiltak 4. mai klokkan 13-14.30, Eysturríki - Holland
Upphitingartiltak 7. mai klokkan 13-14.30, Føroyar - Eysturríki
Upphitingartiltak 14. mai klokkan 13-14.30 (Semifinalan)
- Til upphitingina spælir Rani Nolsøe nøkur løg, ungdómsleikarar hjá KÍ luttaka, hoppiborg, spæl og okkurt lætt ábit verður at fáa, verður lagt aftrat.
##med2##