Vælkomin til veruleikan! Terningarnir eru kastaðir. Allir flokkar eru samdir! Longri er tann søgan ikki!
Suðuroyartunnilin kemur og tað ÓANSÆÐ hvørja ræðukampanju hasi borðreiða við, sum smáfornermaðir gourmetkokkar, ið ikki fáa gestin at skilja, at fliðan við tara og agurk er tað nýggja stóra tingið.
Veruleikin er tann, at allir flokkar hava talað og politiska semjan er undirskrivað.
At tað framvegis eru nøkur, ið longu hava fingið alt, ikki vilja minka um sosiala ójavnan og heldur framhaldandi vilja kúga ein part av Føroyum, er undrunarvert.
Ferðaseðlu- og fraktprísurnar skulu heldur ikki hækkast, sum lagt verður upp til. Kappingarføri í suðuroynni, skal IKKI gerast verrið!
Suðuroyggin skal ikki brúkast sum jarnbrot ella haldast til fanga, í einum desperatum, búskaparligum eksperimenti.
Okur bíða ikki longur!
Vælkomin til veruleikan! Tíðin er NÚ, Okur eiga tørn, NÙ!
Bjarni Hammer
Valevni á Lista C