- Vit eru fegin um, at tiltøkini, vit hava sett í verk fyri at betra um raksturin, hava havt jaliga ávirkan, og at vitkunnu staðfesta eitt yvirskot fyri fyrra hálvár 2023. Gongdin er vend, og Petur Larsen kann aftur vísa svørt tølá botnlinjuni. Tað sigur Hjalmar Petersen, nevndarformaður í Petur Larsen.
Fyri nøkrum árum síðani stovnsetti Petur Larsen einamenningardeild. Menningin hevur gingið væl, men hevurkravt nógva orku og kapital, og tað merkir roknskapin fyri 2022.
Í fjør summar varð avgjørt at víðka nevndina í felagnum, og síðani tá hava nevnd og leiðsla arbeitt miðvíst við at venda gongdini.
Eitt tiltak var at seta á stovn menningarfelagið Necto pf saman við Framtak, NM Holding og Enniberg. Felagiðskal menna og framleiða kappingarførar flakamaskinur og nýmótans umsitingarloysnir til føroyska og altjóðamarknaðin.
Vænta inntøkur frá nýmentum maskinum í 2023
Siðbundni parturin av virksemi felagsins, sum er viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur, hevur fremstu raðfesting, og umsetningurin er í støðugarimenning. Søla av brúktum og umvældum Baader maskinum gongur eisini væl bæði í Føroyum og uttanlands.
Menningarætlanirnar ganga eftir ætlan, og í 2023 væntarleiðslan inntøkur frá vørum, sum vit hava ment.
Roknskapurin hjá felagnum fyri 2022 vísti eitt undirskot á tkr. 9.489, og fíggjarstøðan hin 31. desember vísti einanegativa eginogn á tkr. 760.
Hálvársroknskapurin fyri 2023 vísir 400.000 krónur í avlopi áðrenn skatt. Nevnd og stjórn vænta eitt nøktandiúrslit fyri 2023.
Viðskiftafólk, veitarar, starvsfólk og fíggingarstovnar havavíst trúfesti og stóra vælvild í sambandi við umskipaninaav felagnum.
Umframt Hjalmar Petersen nevndarformann, sita Ben Arabo, Andras Róin, Jens Poulsen, Atli Larsen og Rógvi Róin í nevndini hjá Petur Larsen.