Væleydnaða gongdin hjá Vaillant skyldast gransking og menning av munadyggum og orkusparandi vørum, sum eru tilevnaðar eftir tørvum og ynskjum hjá kundanum.
Hitapumpur framleiddar av Vaillant eru ótrúliga effektivar og álítandi í drift við høgum effektiviteti og langari livitíð. Produktini eru ment í Týsklandi, framleidd í Evropa og testaði í ekstremum veðurlagsstøðum í egnum royndardeplum.
AROTHERM PLUS
Luft til vatn hitapumpan “aroTherm plus” er ein nýggj sera framkomin hitapumpa, sum er sera orkusparandi og effektiv. Hon er ótrúliga ljóðleys og einføld at leggja inn. Heita vatnið heldur væl upp á hitan, og sentralhitin klárar upp til 75°C uttan hjálp av el-patrónum. Hitapumpan hevur tað nátúrliga R290 kølievni, sum hevur sera lágt vakstrarhúsárin. Luft til vatn hitapumpan aroTherm plus er ein góð skipan til tín, sum ynskir at minka um hitarokningina og eisini at fáa eitt gott inniumhvørvi við passandi hita í tínum bústaði, íbúð, summarhúsi ella á skrivstovuni – alt døgnið runt og heila árið.
##med2##
Takkað verið nýggjastu menningina hjá Vaillant, ber til at finna júst tað snið, sum dekkar júst tín tørv til hita og heitt vatn, líkamikið um tú skalt byggja nýggj hús, ella dagføra og nútímansgera tín bústað. Tá tú velur Vaillant hitapumpu, fært tú harumframt tryggan og munadyggan rakstur við minimalari røkt. Tú fært eina grøna loysn, sum eisini hóskar væl til tá tann gamla hitaloysnin skal skiftast út.
##med3##
Teir tríggir møguleikarnir við hitapumpunum eru: Luft til luft, luft til vatn og vatn til vatn, har eisini møguleiki er til sjóhita, jørðhita og markhita.
Áki Mortensen, stjóri í Hita, sigur, at øll eru vælkomin inn á gólvið at síggja okkara framsýning við Vaillant hitapumpum.
##med4##
##med5##