Seinnapartin spældu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin dyst á heimavølli í Max Schmelling høllini móti Hamburg. Við sigri kundi Füchse Berlin leggja seg á odda í deildini.
Og tað eydnaðist. Füchse Berlin vann dystin 40-35. Í steðginum vóru berlinarnir frammanfyri 19-15.
Hákun fekk ein møguleika og hann setti hann í netið. Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel stórspældi og skoraði 11 mál fyri Füchse Berlin í dag.
Füchse Berlin er fremst í deildini við 39 stigum. Nummar tvey við sama stigatali er liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf. Melsungen er nummar trý við 38 stigum. Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel hevur 34 stig á fjórða plássinum, og liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt við 33 stigum.
Verandi meistarar, Magdeburg hevur 29 stig á sætta plássinum, men Magdeburg hevur leikt fýra dystir færri enn fimm tey fremstu liðini.