Í kvøld boðar HB frá, at felagið hevur sett nýggjan málmansvenjara.
HB skrivar soleiðis í kvøld:
Tero Järvenpää er settur sum fulltíðar málmansvenjari.
Hann verður partur av venjaratoyminum hjá Betri monnum og hevur eisini ábyrgd av málmansvenjing hjá Betri kvinnum, 2. deild monnum, umframt ungdómi frá U15 og eldri.
Tero er 45-ára gamal og er úr Finnlandi. Sum aktivur spældi hann við finsku feløgunum MuSa og FC Jazz. Hann hevur UEFA A-málmansvenjaraútbúgving og hevur verið knýttur at finska fótbóltssambandinum sum málmansvenjari. Harumframt hevur hann eisini undirvíst á málmansvenjaraútbúgvingini hjá finska fótbóltssambandinum.
Vit ynskja Tero vælkomnan í Gundadal og vilja samstundis takka Jens Martin Knudsen fyri samstarvið í farna kappingarárið.