So er talvfólkið stillað upp aftur.
Í morgin sunnudagin er fult umfar í landskappingini í talvi fyri lið. Telvað verður í øllum fýra deildum.
Hetta fimta umfarið verður skipað sum felagsumfar. Hvør deild telvar saman fyri seg. Hesin leisturin varð royndur eitt skifti árini fyri og eftir 1990.
Telvað verður soleiðis:
1 deild (Tórshavn/Finsen)
2 deild (Klaksvík/húsini hjá Húsmøðrafelagnum)
3 deild (Eiði/skúlin)
4 deild (Sandavágur/skúlin á Giljanesi)
Byrjað verður klokkan 14.00 um alt landið. Dystirnir og støðan er henda:
1 deild (5 umfar/12 januar)
Havnin – Sandavágur
Havnin B. – Klaksvík
Klaksvík B. – Kollafjørður
Støðan 1 deild
Havnin 13½ stig
Sandavágur 12½
Klaksvík 8½
Havnin B. 5
Klaksvík B. 5
Kollafjørður 3½
2 deild (5 umfar/12 januar)
Kongshavn – Sandavágur
Klaksvík – Havnin
Havnin B. – Toftir
Støðan 2 deild
Sandavágur 9½ stig
Toftir 8½
Klaksvík 8½
Havnin B. 8
Havnin A. 7
Kongshavn 6½
3 deild (5 umfar/12 januar)
Rókur – Kollafjørður
Vestmanna – Gøta
Havnin – Sandavágur
Støðan 3 deild
Rókur 12½ stig
Vestmanna 10½
Gøta 8½
Kollafjørður 7½
Havnin 5½
Sandavágur 3½
4 deild (4 umfar/12 januar)
Sandavágur B. – Suðuroy
Klaksvík – Strendur B.
Rókur – Strendur
Sandavágur – Havnin
Gøta – Toftir
Støðan 4 deild
Klaksvík 10½ stig
Sandavágur B. 7½
Suðuroy 7
Rókur 6½
Sandavágur A. 6
Strendur 6
Gøta 5½
Toftir 5
Havnin 3
Strendur B. 3
Ovurstórur áhugi
Komandi vikuskiftið verður almenn talvkapping á Eiði. Kappingin er partur av grand prix-røðini hjá Talvsambandi Føroya í vetur. Fyrireikararnir nýta høvið til at skipa hetta tiltak sum eina kapping til minnis um Janus í Løðuni av Eiði, ið doyði í fjør, bara 46 ára gamal. Janus var ein av eldsálunum í talvfelagnum Róki í Sundalagnum, og var í 1986 vinnari í yngsta flokkinum í fyrstu FM-kappingini í talvi fyri børn, sum Talvsamband Føroya skipaði fyri.
Í løtuni hava 81 telvarar boðað frá luttøku. Av hesum eru fleiri útlendingar; spaniólar, íslendingar og danir. Telvað verður í Kolshøll fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin í komandi viku. Vinnarin fær 5.000 krónur, nummar tvey 3.000 krónur og nummar trý fær 2.000 krónur. Freistin at boða frá luttøku er úti hósdagin.
Luttøkan er óvanliga stór. Mettalið á luttakarum til eina talvkapping í Føroyum er frá norðurlandameistarakappingini í 1987, sum var Norðurlandahúsinum. Tá vóru 101 telvarar við. Næstmesta luttøkutal var í FM-einstaklingakappingini í Havn í 2003. Tá vóru 95 telvarar við. At so nógvir telvarar eru við í kapping í Føroyum á hávetri er sjáldsamt. Tað boðar helst frá stórum talváhuga millum føroyingar, men uttan iva eigur ein onnur eldsál, fyriskiparin Rógvi Egilstoft, stóran heiður uppibornan fyri, at so væl hevur vignast higartil.