Tað skrivar Varðin í fráboðan, har felagið skrivar, at Hendrik Egholk, sum er útbúgvin cand. merc. í marknaðarføring og leiðslu, kemur við drúgvum royndum innan sølu og leiðslu. Hann hevur í eitt longri tíðarskeið verið stjóri í Magn og Skeljungi í Íslandi, og hevur harumframt verið sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line
– Hendrik hevur sýnt serlig evni til at menna fyritøkur, skapa vøkstur og byggja sterk vinnulig samstørv.
– Við sínum royndum og førleikum fer hann at verða ein týðandi partur av at menna samtakið, sigur Bogi Jacobsen, forstjóri hjá Varðanum.
Hendrik Egholm byrjar í starvinum 1. februar 2025.