Væntandi er, at 64 ára gamli, Micheál Martin, tekur enn eitt skeið sum forsætisráðharri í Írlandi.
- Nýggja leiðslan í landinum er nú til reiðar at skipa seg - næstan tveir mánaðir eftir valið í Írlandi, veit tíðindastovan NTB at siga.
Stjórnin er eitt samstarv millum flokkarnar, Fianna Fáil og Fine Gael, og sagt verður, at stjórnin eisini hevur stuðul í fleiri óheftum umboðum.
- Eftir eina viku við samráðingum eru flokkarnir vorðnir samdir, og væntandi er, at tjóðartingið enn einaferð fer at velja Micheál Martin til nýggjan forsætisráðharra í dag.
Forsætisráðharrin skal formelt eisini góðkennast av landsins forseta, Michael D. Higgins.
Micheál Martin heldur fram sum forsætisráðharri tey fyrstu trý árini av einum fimmáraskeiði. Síðan verður floksleiðarin í Fine Gaels, Simon Harris, forsætisráðharri tey bæði seinastu árini av skeiðnum.
- Meðan Micheál Martin verður forsætisráðharri, verður Simon Harris varaforsætisráðharri í Írlandi, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.
Vit kunnu leggja aftrat, at Micheál Martin var uttanríkisráðharri í Írlandi árini 2008 til 2011, og síðan 2020 hevur hann verið landsins forsætisráðharri.
Síðan januar 2011 hevur hann verið formaður fyri flokkin, Fianna Fáil.