07 Vestur vann ongan dyst í fyrsta triðingi av hesum kappingarárinum og úrtøkan var eitt stig. Tað var orsøkin til, at felagið mánadagin og eftir 1-0 heimatapið ímóti EB/Streymi skifti venjara. Dan Brimsvík er ikki longur venjari. Síðani mánadagin hevur Sigtór Petersen havt ábyrgdina og uttan mun til, hvat úrslitið verður í dag, so verður nýggjur maður á beinkinum í næstu viku. Í gjár boðaði 07 Vestur frá, at Michael Schjønberg, sum var 07 Vestur venjari í 2022 og fram til summarsteðgin í 2023, mánadagin aftur verður venjari á Dungasandi.
Sambært FaroeSoccer hevur Sigtór Petersen áður havt ábyrgdina av liðnum hjá 07 Vestur í bestu deildini í 10 dystum. Tað var í 2017 og 2018, og úrtøkan var fimm sigrar, fýra tap og ein javnleikur. Ein dystur var ímóti felagsliðnum hjá suðuroyingum, sum 27. oktober í 2018 vunnu 1-0 á heimavølli. Málskjútti í síðstu sekundunum ta ferðina var Stefan Radosavljevic.
Millum vónbrotini higartil í ár var eitt tað størsta, tá ið 07 Vestur tapti 2-1 á útivølli ímóti TB.
Fyrr í ár var vágaliðið illa darvað av skaðum. Soleiðis er tað ikki longur.
TB hevur tríggjar ferðir spælt javnt og vunnið ein sigur – ímóti 07 Vestur.
Markus Thorberg og Musah Armah hava verið langtíðarskaddir.
07 Vestur – TB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00.