Portugal hevur vunnið seg í fjórðingsfinalurnar, og Svøríki hevur mist møguleikan at røkka fjórðingsfinalunum í HM-endaspælinum í manshondbólti. Tað verður rættiliga óvæntað Brasil, ið fylgir Portugal í fjórðingsfinalurnar.
Í millumbólki 3 vann Portugal seinnapartin á Spania, og tíðliga í kvøld vann Brasil ein óvæntaðan sigur á Svøríki.
Portugal tryggjaði sær fjórðingsfinaluplássið við greiðum 35-29 sigri á Spania. Spania var annars á odda 16-15 í steðginum.
Diogo Marques í portugisiska málinum stórspældi, og hann bjargaði 38 prosent av málroyndunum. 20 ára gamli, Francisco Costa var við 20 málum eisini framúr hjá Portugal.
Svøríki var risastórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað sá ein ikki nógv til í dystinum, ið Svøríki tapti 24-27 fyri Brasil. Serliga í fyrra hálvleiki gekk illa í hond. Brasil var á odda 14-9 í steðginum. Brasilumenn kundu aftaná dystin stórfegnast um roysnið, og um fjórðingsfinaluplássið.
Klokkan 19.30 í kvøld spæla Noreg og Chile. Noreg kann við tveimum stigum ikki røkka Portugal sum hevur sjey stig, og teir kunnu ikki røkka Brasil, tí teir hava tapt fyri Brasil, og kunnu í mesta lagi fáa sama stigatal sum Brasil.
Portugal hevur sjey stig, og Brasil hevur seks stig. Svøríki hevur fýra stig, Spania hevur trý stig, og Noreg hevur tvey stig. Aftast í bólkinum er Chile við ongum stigi.
Um annað av Svøríki og Noreg røkkur seks stigum ger tað ongan mun, tí Brasil hevur vunnið á bæði Svøríki og Noreg.
Spania-Portugal 29-35 (16-15)
Toppskjúttar Spania: Daniel Fernandez 6, Agustin Casado 5, Alex Dujshebaev 4.
Toppskjúttar Portugal: Francisco Costa 8, Salvador Salvador 6, Victor Iturriza Alvarez 4.
Svøríki-Brasil 24-27 (9-14)
Toppskjúttar Svøríki: Jonathan Carlsbogård 6, Jim Gottfridsson 5, Lukas Sandell 4.
Toppskjúttar Brasil: Haniel Langaro 4, Hugo Bryan Monte Da Silva 4, Edney Oliveira 3, Denys Alessandro Da Silva Barros 3, Guilherme Borges 3.
Skráin:
22. januar: Svøríki-Portugal 37-37 (18-18)
22. januar: Brasil-Chile 28-24 (13-10)
22. januar: Noreg-Spania 25-24 (10-13)
24. janaur: Spania-Portugal 29-35 (16-15)
24. januar. Svøríki-Brasil 24-27 (9-14)
24. januar: Chile-Noreg (klokkan 19.30)
26. januar: Portugal-Chile (klokkan 17)
26. januar: Spania-Brasil (klokkan 17)
26. januar: Noreg-Svøríki (klokkan 19.30)