Heimsins størsta ísfjall við Antarktis, sum verður kallað A23a, flytir seg, og serfrøðingar halda, at ísfjallið kann vera á veg móti oynni, Suður-Georgia.
Myndin omanfyri er ein fylgissveinamynd, tikin av einum NASA-fylgisveini hin 15. januar í ár, og sambært CNN verður nú stúrt fyri, at ísfjallið er á veg norðuryvir.
- Ísfjallið flytir seg ikki í løtuni mót oynni, men okkara meting av streyminum á leiðini bendir á, at ísfjallið skjótt kann fara at flyta seg móti oynni.
Tað sigur Andrew Meijers, havfrøðingur við British Antarctic Survey, og tað er CNN, sum endurgevur.
Sagt verður um ísfallið, at tað er heilar 400 metrar tjúkt og vigar næstan tríggjar billiónir tons.
- Ísfjøll eru í sær sjálvum vandamikil. Eg hevði verið ógvuliga glaður, um tað bara fór framvið okkum, sigur Simon Wallace, skipari á skipinum, Pharos í Suður-Georgia, og hetta sigur hann við BBC.
Hann leggur aftrat, at manningin á skipinum noyðist at hava eyguni eftir ísfjallinum alla tíðina og serliga um náttina.
Tað var longu í 1986, at ísfjallið loysnaði, men stutt eftir tók tað í botn á leiðini millum Dronning Maud Land og Antarktis-hálvoynna.
Síðan tá hevur ísfallið stórt sæð ligið stilt, men í 2020 byrjaði tað at flyta seg aftur.