Sjeynda tapið á rað hjá Pæturi og liðfeløgunum

Team Sydhavsøerne tapti botnuppgerð á heimavølli

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld á heimavølli eina sera týðandi botnuppgerð móti Odense í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað endaði við einum 29-26 sigri til Odense. Suðuroyggjamenn vóru annars á odda 14-12 í steðginum. Pætur skoraði eitt mál.

 

Talan var um sjeynda tapið á rað hjá suðuroyggjamonnum, ið nú veruliga eru í niðurflytingarvanda.

 

Team Sydhavsøerne er fimtaftast í deildini við 11 stigum fyri 16 dystir. Teir eru bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, har Odder á triðaftasta plássinum hevur níggju stig.

 

Leygardagin 1. februar spæla suðuroyggjamenn á útivølli móti Norddjurs, ið liggur eitt stig aftanfyri Team Sydhavsøerne. Tá verður sera umráðandi at fáa stig.