Maður og kona til hendurs

Maður og kona komu til ilnar, og tað endaði sum eitt harðskapsmál.

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt harðskapsmál í høvuðsstaðarøkinum. Talan var um mann og kvinnu, sum vóru komin til ilnar og vóru farin til hendurs kvøldið fyri.

Sum tað stendur í løgreglufrágreiðingini, so endaði hetta harðskapsmálið eitt sindur harðligari, enn slík mál plaga at enda, og annar teirra fekk so stóran skaða, at viðkomandi endaði á Landssjúkrahúsinum.

Hetta málið verður nú kannað víðari, sigur vaktleiðarin.

Talan er um, at annar parturin framdi harðskapin. Sum vaktleiðarin sigur, so plagar tað at vera maðurin, men tað stóð í hesum føri ikki greitt í politirapportini, hvør teirra tað var.

Skaðarnir eru nú dokumentarðir av lækna soleiðis, at málið kann koyra víðari í rættarskipanini. Vaktleiðarin sigur, at í slíkum føri, har fólk hava fingið skaða í harðskapi, so sendir løgreglan tey altíð til lækna fyri at fáa staðfest, hvønn skaða viðkomandi hevur fingið.

 

 

Harðskapsrakt kunnu fáa hjálp og vegleiðing frá 'Liv uttan harðskap'. Harðskapsrakt, avvarðandi og fakfólk kunnu venda sær til 'Liv uttan harðskap' á telefon 320032 ella við telduposti: livuttanhardskap(at)kvinnuhusid.fo