Tað er bert eitt stig, ið skilur liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ og liðið hjá Teis Horn Rasmussen, Aarhus í oddinum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Teis skoraði tvey mál, tá Aarhus á heimavølli vann stórsigur 40-19 á Faaborg. Í steðginum var Aarhus frammanfyri við 11 málum, 25-14.
Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á útivølli 39-30 á Odense. HØJ gjørdi arbeiðið mest sum liðugt í fyrra hálvleiki. Í steðginum var HØJ á odda 23-12.
HØJ heldur sostatt fast í fyrsta plássinum, ið gevur rættin til beinleiðis uppflyting til bestu deildina. HØJ er eitt stig frammanfyri Aarhus, og teir eru trý stig frammanfyri Skive.
Komandi leygardag klokkan 17.30 tekur Aarhus móti Skive í næstseinasta umfarinum. Sama dag klokkan 16.45 hevur HØJ heimadyst móti botnliðnum, Norddjurs.
Støðan:
Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
---|---|---|---|
1 | HØJ | 24 | 44 |
2 | Aarhus HC | 24 | 43 |
3 | Skive | 24 | 41 |
4 | Lemvig-Thyborøn | 24 | 32 |
5 | HC Midtjylland | 24 | 30 |
6 | Tønder | 24 | 29 |
7 | FIF | 24 | 22 |
8 | Rækker Mølle | 24 | 18 |
9 | Odder | 24 | 17 |
10 | Norddjurs | 24 | 16 |
11 | HC Odense | 24 | 15 |
12 | Team Sydhavsøerne | 24 | 15 |
13 | Faaborg | 24 | 8 |
14 | Roskilde | 24 | 6 |