Seinasta samdøgnið hevur hernaðarligi houthi-bólkurin í Jemen lopið á amerikansk herskip í Reyðahavinum
Tað sigur ein talsmaður hjá bólkinum, sum verður stuðlaður úr Iran.
Bólkurin sigur seg hava framt trý álop á amerikansk herskip seinastu 24 tímarnar.
Sambært talsmanninum, sum Al Jazeera endurgevur, er stóri amerikanski flogberin, Harry S. Truman, álopin.
- Higartil hevur USA ikki váttað, at amerikansk herskip eru álopin í Reyðahavinum seinasta samdøgnið, skrivar NTB í morgun.
Houthi-bólkurin í Jemen sigur seg fara at órógva skipaferðsluna so leingi, sum Ísrael ikki gevst við sínum álopum í Gazageiranum.