Í løtuni er ein kunngerð frá umhvørvis- og vinnumálaráðnum til hoyringar, ið skal áseta nýggjar reglur fyri innflyting av og ferðing við hundi og kettu. Kunngerðin fer at herða reglurnar fyri, hvørji hundasløg kunnu innflytast til Føroya, og frameftir fer tað ikki at bera til at taka hundin við sær til Danmarkar - hvørki til at ferðast ella í sambandi við heilsukanningar ella hundaítrótt. Hetta fer at steðga allari hundamenning í Føroyum, halda Rúni Sundberg Patursson og Maria Bonde Vinther.
Sóknaðust eftir nýggjari kunngerð
Bæði Føroya Hundaførarafelag og Hundaeigarafelag Føroya hava sóknast eftir nýggjari kunngerð, tí verandi kunngerð er ikki nøktandi, og eftirlitið við innflutningi av og ferðing við hundi er ikki nóg gott.
– Tað hevur einki eftirlit verið yvirhøvur. Sum hundafeløg vilja vit sjálvandi gjarna taka ábyrgd fyri, at djórasjúkur ikki koma til landið, og vit hava fleiri ferðir heitt á landsdjóralæknan um at gera eitt betri eftirlit, sigur Rúni Sundberg Patursson.
– Nú kemur so hendan kunngerðin, men hetta er ikki betri eftirlit. Hetta er bara eitt forboð, sigur Maria Bonde Vinther.
Kemur kunngerðin í gildi, verður tað ikki longur møguligt at taka hundin við sær til Danmarkar, og umframt at hetta ger seg inn á vanligu summarferiuna hjá føroyingum, sum nógvir taka hund við á feriu, so fer hetta eisini at gera tað ómøguligt at fara uttanlands við hundinum bæði til venjingar og kanningar. Hetta er eitt øgiliga stórt inntriv í persónliga frælsið, metir Rúni Sundberg Patursson.
– Tú fert framhaldandi at sleppa at innflyta hundar, um tú søkir um loyvi hjá heilsufrøðiligu starvsstovu. Tað er í lagi, og tað eru vit eisini við uppá. Tað er fínt, at tú skalt søkja og tryggja tær, at øll pappírir eru í lagi, áðrenn hundurin fer frá sendaralandinum, sigur Maria Bonde Vinther.
Sum er, ber til at ferðast til Danmarkar og aftur við hundi, um tú hevur bústað í Føroyum. Hinvegin ber ikki til hjá útlendingum at taka hund hendan veg.
– Nú verður tað eisini bannað hjá okkum, sum búgva í Føroyum, at fara uttanlands við hundum. Tá er tað, at vit ikki sleppa til venjingar og fáa prógv upp á tað, sum vit venja hundarnar til. Vit sleppa ikki at gera heilsukanningar, sum ikki kunnu gerast í Føroyum, tí vit hava ikki maskinurnar og onnur ting, ið djóralæknarnir skulu brúka.
Neyðugt við útlendskum viðgerðum
Hóast fleiri djóralæknar eru í Føroyum, eru ikki allar viðgerðir, ið teir kunnu taka sær av.
– Djóralæknin í Føroyum er eitt sindur sum ein kommunulækni. Hann kann gera koppsetingar og onnur smáting, men hann er generellur, ikki spesifikkur. Tú skalt hugsa um, at tað er ikki bíligt at hava hesar hundarnar. Tað eru nógv, ið brúka nógva tíð og pengar upp á hundarnar, og fær hundurin ein skaða, sum djóralæknin í Føroyum ikki kann viðgera, so missa vit eisini tann møguleikan at lekja hundin, sigur Rúni Sundberg Patursson.
Talan kann bæði vera um skaðar og sjúkur, ið gera tað neyðugt at taka hundin við sær til Danmarkar.
– Tað kann vera eitt keðiligt beinbrot, sum djóralæknarnir ikki kunnu lekja her. Men ístaðin fyri at taka beinið, so kanst tú fara til Danmarkar, har tey kunnu lekja tað. Tað kann eisini vera, at hundurin hevur verið kroniskt sjúkur, men tú veit ikki, hvat bagir honum. So kanst tú taka hundin í CT ella MR skannara, og tað hava vit ikki møguleika til í Føroyum. Ymiskar eygnasjúkur fært tú ikki diagnostisera í Føroyum, tí at djóralæknarnir hava einfalt ikki útgerðina til tað, umframt at teir skulu hava serútbúgving innan eygu, sigur Maria Bonde Vinther og greiðir frá, at har eru nógv dømi um fólk, ið fara til Danmarkar at geva hundinum heilsuviðgerð.
Óskiljandi leiðreglur
Í kunngerðini verður gjørt greitt, at tað er bannað at flyta inn hundasløg, ið kunnu vera vandamikil fyri fólk og djór. Kunngerðin ger greitt, at forboðið fevnir um hundasløg, sum millum annað eru sterk ella harðfør, og sum kunnu vera fim ella smidlig, umframt hundasløg, sum eru ald til jakt.
Rúni Sundberg Patursson og Maria Bonde Vinther skilja ikki ásetingina.
– Júst hatta skilja vit yvirhøvur ikki. Tað virkar upp á tann mátan, at landsdjóralæknin hevur heimild til at gera ein lista yvir hundasløg, sum ikki skulu sleppa til Føroyar. Soleiðis kemur tað eisini framhaldandi at vera, men nú er heimildin víðkað. Áðrenn hevur tað verið, at hundar, sum eru aldir til bardaga, sleppa ikki til Føroya. Nú er hatta komið aftrat. Ein vanligur border collie er fimur, smidligur, sterkur og treystur. Hatta er øgiliga ógreitt, sigur Rúni Sundberg Patursson.
Bæði labradorar og golden retrivarir, sum teljast millum vanligastu familjuhundar, eru upprunaliga eisini aldir til jakt, staðfestir Maria Bonde Vinther.
Tey bæði gera greitt, at tey hava fingið boð um ikki at tulka ásetingina soleiðis, at landsdjóralæknin fer at seta forboð fyri tílíkum hundum, men hetta er ikki nóg gott, metir Rúni Sundberg Patursson.
– Landsdjóralæknin hevur øgiligar heimildir, og tann posturin kann í grundini skiftast út í morgin. So kemur ein nýggjur landsdjóralækni, sum kann tulka kunngerðina upp á ein heilt annan máta. Um honum ikki dámar labradorar, so kann koyra labradorar á listan.
Frægari hevði verið, um umboð fyri hundafeløgini vóru partur av arbeiðinum at áseta, hvørji hundasløg skulu á listan yvir bannaðar hundar, tí at tað eru júst hundafeløgini, ið hava kunnleika til sinnalag og verumáta hjá hundasløgunum, metir Maria Bonde Vinther.
Hundavenjing og framsýning steðgar
Nýggja kunngerðin fer eisini at hava við sær, at øll menning innan hundaítriv og hundaítrótt heldur uppat. Nógvar venjingar ganga fyri seg uttanlands, og skalt tú fáa prógv fyri, at hundurin dugir tað, sum hann skal duga, skal hann vísast fram fyri dómarum.
– Venur tú ein hund, skalt tú ofta uttanlands til roynd fyri at vísa, at tú og hundurin duga tað, sum tit skulu. Tað verður bara slutt við tí. Og tað sama hjá Hundaeigarafelagnum, tá tey skulu til sýningar við hundunum, sigur Rúni Sundberg Patursson.
– Øll hundasløg ella hundarasur hava ein ávísan standard, og fyri at tryggja sær, at hundurin er innan fyri tann standardin, skulu teir sýnast framman fyri einum dómara, leggur Maria Bonde Vinther aftrat. Hundaeigarafelag Føroya er partur av Dansk Kennelklub, sum stendur fyri skráseting av rasuhundum, og hetta er sostatt ein týðandi partur av virkseminum hjá teimum.
Ber tað ikki til at fáa dómararnar hendan veg?
– Tað ber kanska til, men til dømis ein roynd, sum eg venji hundin hjá mær til, krevur eini 15 dómarar. Tað ber ikki ordiliga til, tá talan er um eini tveir hundar í senn. Tað er alt, alt ov kostnaðarmikið, sigur Rúni Sundberg Patursson.
Hetta fer at føra til tilvildarliga og ábyrgdarleysa aling
Av tí at hundastovnurin í Føroyum er so lítil, er av og á neyðugt at fara uttanlands at para hundarnar, soleiðis at tað slepst undan innannøring.
Men verður tað soleiðis, sum nýggja kunngerðin leggur upp til, so verður alt sum fyri 20 árum síðani, áðrenn galdandi kunngerð kom í gildi, og tað ikki bar til at fara av landinum við hundinum.
– Men nú kemur hendan kunngerðin, og hvat fer at henda? "Tú hevur ein sama slag sum eg. Skulu vit ikki bara para teir?", sigur Maria Bonde Vinther.
– Nei, faktiskt ikki, tí hundarnir eru systkin - tit vita bara ikki av tí. So fáa vit innannøring og fara ímóti hundavælferðarlógini frá 2018, sum sigur, at ein og hvør aling skal hava til endamáls at fremja eginleikar, ið geva sterk og treyst djór við góðari heilsu og góðum virkisførleikum.
Somuleiðis kanst tú koma til at ala hundar við keðiligum arvaeginleikum, tí at tú fært ikki neyðugu heilsukanningarnar í Danmark, sum skulu tryggja, at hundurin er sunnur og frískur.