HVAR ER JAVNSTØÐAN Í FÓLKASKÚLANUM?

Javnstøða eigur at verða skrivað inn í virðisgrundarlagið í endamálsorðingini í fólkaskúlalógini. At “undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði, javnstøðu og fólkaræði.”

 

Javnstøða er størsta einstaka fortreyt fyri, at vit skulu trívast í Føroyum. At vit skulu mennast sum tjóð. At vit yvirhøvur skulu yvirliva sum fólk.

 

Men javnstøðan hevur trong kor í Føroyum. Kvinnur støðast ikki. Tað sæst í hagtølunum, sum vísa, at vit hava havt eitt kvinnuundirskot í skjótt 100 ár. Í løtuni eru 2250 færri kvinnur enn menn í Føroyum. Og burðaravlopið er tað lægsta nakrantíð.

 

Allar ávaringarlampur blunka og ávaringarlúðrar ljóða!

 

Vit vita, at javnstøða fær kvinnur og familjur at støðast. Javnstøða hækkar vælferðina. Javnstøða hækkar eisini produktivitetin í einum samfelag. Man sær snøgt sagt, at javnstøða økir um ríkidømið.

 

Um vit í Føroyum ynskja veruliga javnstøðu, og tað gera vit vónandi, so mugu vit gera hana ítøkiliga og arbeiða miðvíst við at røkka henni.

 

Eitt fet á leiðini er at fáa tilvitið um javnstøðu inn um skúlagátt – bæði í undirvísingini og sosiala lívinum í skúlanum.

 

Siðbundin kynsfatan

 

Kanningar uttanlands vísa, at dreingir ikki klára seg líka væl sum gentur í skúlanum – og samstundis kenna gentur seg meira strongdar enn dreingir. Harafturat sæst siðbundna kynsfatanin týðiliga, tá okkara børn velja sína yrkisleið og koma á arbeiðsmarknaðin. Eisini, ella kanska serliga í Føroyum.

 

Hóast stórur meiriluti av teimum lesandi á Fróðskaparsetrinum eru kvinnur, 70%, so velja tær framvegis siðbundnu kvinnuyrkini – sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og seinastu 50 árini eisini lærarayrkið.

 

Men kynsfatanin verður gróðursett langt áðrenn okkara børn sum vaksin velja sína útbúgving og yrkisleið.

 

Her eru nøkur brot úr einari lesibók, sum sonur mín las í 1. flokki:

 

“Lý og Ró spæla við dukkur. Lý trillar dukkuna í vogni. Ró letur dukkuna í kýsa.”

 

“Óli hevur ein stóran bil við. Hann er kulur. Hini vilja spæla við bilin.”

 

“Per og Pól spæla kort. Báðir vilja vinna. Tá teir eru lidnir, fara teir út at spæla.”

 

“Tóra hevur eina bamsu, og Anna hevur ein fíl. Tær spæla saman.”

 

Hví trilla genturnar? Hví eru dreingjaleikurnar kular? Hví spæla dreingir úti, meðan gentur spæla við bamsur inni? Hví dáma dreingjunum at vinna, meðan genturnar dáma best at spæla saman?

 

Kynsfatanin hjá gentum og dreingjum er týðulig frá heilt ungum aldri. Ein kanning hjá OECD vísir, at børn niður í fimm ára aldur eru merkt av tí kynssosialiseringini, sum fer fram í umhvørvinum rundan um tey.

 

Kanska er tað ikki so løgið, at genturnar velja siðbundnu kvinnuyrkini, tá tær gerast vaksnar kvinnur, um hetta er umhvørvið tey møta í 1. flokki – og helst eisini langt áðrenn tað?

 

Lønar(mis)munur

 

Siðbundna kynsfatanin í Føroyum er eisini størsta einstaka orsøkin til, at kvinnur tjena nógv minni enn menn.

 

Hagstovan vísir á, at miðallønin hjá føroyskum kvinnum er ein góðan fjórðing lægri enn hjá monnum. Hetta m.a. tí, at lønarmunur søguliga er gjørdur á “kvinnu” og “mannfólka” størvum, og eisini tí kvinnur arbeiða niðursetta tíð – helst tí tær átaka sær nógv tann størsta partin av “ólønta” og “ósjónliga” arbeiðnum við hús.

 

Lukkutíð síggja vit, at av samlaða lønarvøkstrinum í fjør áttu kvinnurnar meginpartin, 60%. Serliga eru tað kvinnurnar, sum arbeiða hjá tí almenna. Tær sum hava fingið søguliga stórt lønarlyft (og skattalætta).

 

Men framvegis er langt á mál áðrenn javnstøðan er rokkin.

 

Framvegis ikki eitt einasta orð um javnstøðu

 

Javnstøða er ikki nevnd við einum orði í galdandi fólkaskúlalóg. Eg hevði tó vónað, at vit í 2025 vóru komin so langt, at nú broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini, so tóku týdningarmikla fetið á javnstøðuleið og skrivaðu javnstøðu inn í lógina. Men nei...

 

Enn er ikki eitt orð um javnstøðu.

 

Vit tykjast framvegis at hava ta fatanina, at javnstøða er eitt lítið málsøki, sum arbeitt verður við í einum skoti í einum “málaráði”.

 

Men tað passar ikki. Javnstøða er fíggjarpolitikkur. Javnstøða er vinnupolitikkur. Javnstøða er eisini fiskivinnupolitikkur og heilsupolitikkur. Granskingarpolitikkur og mentanarpolitikkur.

 

Javnstøða eigur at vera í øllum lutum og liðum í okkara politikki og samfelag.

 

Ikki minst í fólkaskúlalógini, sum er karmur um størsta partin av barna- og ungdómsárunum, har samleikin hjá komandi ættarliðum verður mentur.

 

Fólkaskúlin, sum skal “búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag”, sum tað stendur lýst í lógini.

 

Tað ber ikki til uttan javnstøðu. Javnstøða er kjarnin og loysnin.

 

 

 

Liljan Weihe

 

Tingkvinna, Tjóðveldi