Her í 21. øld kunnu vit lættliga staðfesta, at føroyskur tónleikur er eitt fjølbroytt og litríkt fyribrigdi, ið veitir gleði fyri mong.
Tónleikurin er jú við til at mynda okkum og okkara mentan. Men hvussu stendur til við føroysku tónleikaundirvísingini í dag, í einum samfelagi merkt av óstøðugum geopolitikki, altjóðagerð og broyttum undirvísingarhættum?
Ph.d.-verkætlan
Seinastu tvey árini havi eg arbeitt við einari ph.d.-verkætlan á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrið Føroya. Føroyska heitið á ph.d.-verkætlanini er Hugtakið um tað føroyska – tingingar millum samleika og siðvenjufatanir.
Verkætlanin granskar, hvussu hugtakið um tað føroyska, undir hesum tónleikasiðir og siðvenjur, verður tulkað í námsætlanum og praksis í føroyska fólkaskúlanum. Til hetta endamál nýti eg ein tvíbýttan granskingarhátt: greining av søguligum tilfari (til dømis brøv og handrit) og samrøður við lærarar í tónleiki og aðrar viðkomandi serfrøðingar.
Greiningarnar higartil benda á, at sangur og tónleikur framvegis hava ein serligan leiklut sum mentanarberi, men eisini, at tónleikur er í einari avbjóðandi støðu, har tað siðbundna ofta má geva eftir ella tillaga seg til altjóðagjørdar stílar og talgild tilboð.
Morgunsangur
Ein serstakur táttur, sum er stak viðkomandi í hesum høpi, er felagssangur og morgunsangur í skúlanum. Í Føroyum er framvegis siður fyri morgunsangi í skúlunum, og í Fólkaskúlalógini verður enntá álagt, at “Morgunsangur eigur at vera partur av vanliga skúladegnum”. Gaman í eru ymiskar meiningar um, nær á degnum best er at syngja, og skúlarnir hava eisini ymsar loysnir uppá júst henda spurning.
Í Danmark hava undirvísingarmyndugleikar seinastu árini gjørt íløgur fyri milliónir av krónum til at menna og styrkja morgunsangin í skúlunum, sum eitt amboð til at skapa felagsskap, styrkja mentanarligan samleika og geva pláss fyri umhugsan og felags upplivingum.
Morgunsangur hevur í hesum samanhangi ikki bara ein listaligan ella námsfrøðiligan leiklut, men er eisini ein liður í einum demokratiskum og hugvísindaligum myndanararbeiði.
##med2##
Tónleikafakið í føroyska fólkaskúlanum
Hyggja vit eftir sjálvum tónleikafakinum í fólkaskúlanum, gerst tað skjótt greitt, at samstundis sum, at innihaldið í tónleikafakinum ongantíð hevur verið so umfatandi og krevjandi sum í dag, so er talið av undirvísingartímum eisini minkað nógv seinastu umleið tretivu árini. Musikkskúlarnir kring landið veita spesialiseraða undirvísing í tónleiki, og tað er eitt gott og neyðugt tilboð til tey, sum sleppa framat. Fólkaskúlin er tó sum kunnugt fyri øll, og um vit í Føroyum framvegis ynskja, at sangur og tónleikur skal vera fyri øll, - eisini tey, sum ikki fáa tónleikin við sum førning heimanífrá - so standa vit framman fyri einari greiðari avbjóðing.
Tónleikur er ikki bara undirhald. Tónleikur er ein máti at skilja og mynda heimin upp á, ein partur av hugvísindum og ein kelda til kritiska hugsan. Í eini samtíð, har vit flyta okkum alsamt longur inn í ein talgildan veruleika, har sambondini ofta eru stýrd av algoritmum og skjótum tilfari, hevur hugvísindaliga granskingin - og millum teirra tónleikurin - eina áhaldandi skyldu at spyrja, spegla og skapa.
“Andborin dubbing”
Hetta er ikki bert ein spurningur um listaligt frælsi ella mentanarligt fjølbroytni. Hetta er eisini ein neyðug viðmerking til aktuellu geopolitisku støðuna, har mangt er í broyting í hesum árum. Danski útbúgvingarmálaráðharrin Mattias Tesfaye mælir í samrøðu við Weekendavisen til, at skúlin skal vera ein “innari verjugarður“ í einum samfelagi merkt av kríggjum og kreppum (“Åndelig oprustning”, Weekendavisen 30. januar 2025). Tesfaye sigur beinleiðis, at tað er ikki nóg mikið við hernaðarligari dubbing um hin “andborna dubbingin” ikki fylgir við.
Hetta er ein nýggj kós, har klassisk myndan (“dannelse”), mentanarføri og felagsskapur aftur skulu raðfestast, eftir at útbúgvingarskipanin í eina kvarta øld hevur stevnt heldur einoygt eftir STEM-drivnum effektiviteti (STEM = Science, Technology, Engineering, Mathematics). Talan er um eitt aftursvar til ein tíðaranda seinastu áratíggjuni, har útbúgvingarpolitikkur hevur snúð seg um at menna "arbeiðsmarknaðarklárar" borgarar. Men sum Tesfaye sigur, so hevur skúlin eisini eina myndandi uppgávu: at geva næmingum og lesandi møguleikan at byggja ein sterkan samleika, vitanarmentan og eitt "vit" heldur enn einans "eg". Hetta er eisini okkara avbjóðing her heima í Føroyum.
Hugvísindi í hernaðarbúna?
Sangur og tónleikur í skúlanum eiga eyðsæð eisini at snúgva seg um annað og meir enn bara nationalismu og patriotismu, og vit eru uttan iva mong, ið vildu verið umrøddu vápnadubbingina fyri uttan. Tosið um andborna dubbing nertir kortini við nakað týdningarmikið. Tey, sum arbeiða við bæði lívi og sál við list, mentan og hugvísindum kunnu fegnast um nýggju kósina, ið Tesfaye v.fl. stinga út í kortið. Kendi danski sálarfrøðingurin Svend Brinkmann hevur eisini í viðtali við somu Weekendavisen mælt til, at Evropa má taka bardagan upp móti Trump við at finna seg sjálvt av nýggjum við støði í egnum andbornum siðvenjum og klassiskari myndan (“Til kamp mod Trump med HCA”, Weekendavisen 19. februar 2025).
Eyðsæð hava atfinningar av góðum grundum eisini verið av brádliga íkomnu kósini hjá útbúgvingarmálaráðharranum Tesfaye. At ynskja uppraðfesting og “dubbing” av mentan og andbornum virðum er eitt lætt keypt hjartamál, sum Kathrine Tschemerinsky eisini vísir á í oddagrein (“Åndens nedlagte kaserner”, Weekendavisen 6. apríl 2025). Danir hava í mong ár svøltað og niðurraðfest hugvísindi, sum í dag eru ein skuggi av tí, sum einaferð var. Í tíðarskeiðnum frá 2010 til 2023 vóru heili 114 hugvísindaligar útbúgvingar niðurlagdar, og seinastu 10 árini er upptøkan av hugvísindaligum lesandi minka niður í nærum eina helvt.
Danmark og Noreg hvør sína kós
Í áðurnevndu samrøðu mælir Tesfaye til, at hugvísindaligu fakini ikki bert hugsavna seg um at dyrka tann kritiska sansin, men at hugvísindi eisini dyrka tað, sum er savnandi fyri menniskju: søga, kristindómur, mállærugreinirnar og listaligu fakini. Her kunnu danir eitt nú hyggja eftir grannatjóðini Noreg, har tey leingi hava raðfest hugvísindi og hava sæð hetta sum sjálvsagdan part av tjóðarbyggingini.
Jesper Eckhardt Larsen, professari í útbúgvingarfrøði, hevur framt komparativa gransking av hugvísindum í m.a. Danmark og Noregi. Í samrøðu við Uniavisen (”Hvorfor poster Norge penge i humaniora, når Danmark sparer?”, Uniavisen 25. mars 2021) vísir hann á, at í Noregi hava hugvísindi søguliga verið mett sum eitt grundarlag fyri mentanarligari sjálvsfatan, og at alt tað politiska spektrið tekur undir við hesum. Peningur verður settur av til hugvísindaliga gransking, og breiður politiskur stuðul er til endamálið. Í Danmark hava politiskar røddir á høgravonginum mangan sett spurning við týdningin av hugvísindaligari gransking og hava eisini mælt til niðurskurðir.
Ymsar orsøkir eru til hesar munir. Noreg er ein yngri tjóð enn Danmark, og tjóðarbyggjandi átøk hava havt størri og meira sjálvsagda undirtøku. Í tíðini eftir Seinna heimsbardaga var breið politisk semja um, at hugvísindi vóru ein týdningarmikil partur av mentanarligu endurbyggingini av samfelagnum. Hetta sjónarhorn er framvegis galdandi í Noregi, meðan tað í Danmark er viknað. Ein onnur orsøk, ið Larsen vísir á, er, at Noreg hevur megnað at gera læraraútbúgvingarnar til ein part av universitetunum. Hetta hækkaði støðið á læraraútbúgvingunum og gjørdi eisini universitetini meira fólkslig.
Hugvísindi í Føroyum
Í Føroyum kunnu vit helst eisini fegnast um nýggju kósina hjá Tesfaye og co., tí eitt sindur provokerandi kann staðfestast, at tað, sum danir stinga út í kortið á útbúgvingarøkinum, kemur fyrr ella seinni hendaveg. Vit mugu kortini vita, hvørji vit eru, og hvaðani vit eru komin. Á henda hátt eru vit betri ílatin til komandi tíðir. Í Føroyum hava vit eisini havt eina týðandi mentan innan hugvísindaliga gransking. Vert er at minnast til, at fyrsti rektarin á setrinum, Christian Matras (1900-1988), eisini var skald. Latið okkum finna ugga og kós í hesum symbolska og listaliga útgangsstøði.
Eitt endamál við tónleikaútbúgving her á landi má vera at menna undirvísingarhættir, sum samantvinna tónleikasiðvenjur við samtíðar hugsan og talgildar møguleikar uttan at missa sambandið við upprunan. Hetta krevur virðing fyri týdninginum av tónleikasiðvenju sum livandi mentan og sum partur av eini hugvísindaligari heildarmynd.
Sangur og tónleikur koma ikki av sær sjálvum
Sangur og tónleikur koma ikki av sær sjálvum. Hesi so týðandi fyribrigdi vaksa fram úr nærlagdari undirvísing, eldhuga og einum livandi mentanarligum umhvørvi. Mín gransking vísir, at føroyska tónleikamentanin er bæði sermerkt og alheimsviðkomandi – men eisini viðbrekin.
Í undirvísingarverkinum eru viðurskifti, ið krevja átøk. Skal tónleikur ikki gerast ein valfrí íløga í einari effektiviseringsmentan, má raðfesting til. Røddir úr grannalondunum, ið tala fyri “andbornari dubbing” og tjóðarbygging gjøgnum hugvísindi, kunnu eisini fáa okkum at hyggja erligt eftir okkara egnu viðurskiftum: Hvussu tryggja vit, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleikan at menna sítt tónlistaliga mál – eisini tey, sum ikki fáa tónleik við heimanífrá?
Við granskingini ynski eg at varpa ljós á, hvussu føroyskur samleiki og siðvenjur verða tulkaði í tónleikaundirvísing. Talan er ikki bara um varðveitslu, men um at menna tónleikasiðvenju í einum veruleika merktum av broytingum. Tað krevur eina undirvísing, sum bæði speglar samtíðina og gevur fastan gróðrarbotn. Og tað krevur, at vit tora at spyrja: Hvat vil tað siga at vera “føroyskur” í tónleiki – í gjár, í dag og í morgin?
##med4##