Á mynd, sum Hvítu Húsini deila á X-pallinum, er Trump ílatin sum tann fiktiva superhetjan "Superman".
– Ímyndin av vónini. Sannleiki. Rættvísi. Amerikanski mátin. Superman Trump, skrivar Hvítu Húsini til myndina.
Frammanundan hevur Trump verið ílatin Star Wars búna og hvít pávaklæðir við biskupshúgvu á høvdinum.