– Yesss! Okkara høgt elskaði húsvinur, Róin Siggertsson, kemur í Blábar í kvøld. Tá vísa vit nemliga heimildarfilmin “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”.
Soleiðis skriva tey úr Blábar í Havn.
Filmurin verður vístur klokkan 20.00.
– Aftaná filmin verður Q&A. Tá fara Róin og Pætur (leikstjóri) at fortelja um filmin, og høvi verður eisini at seta teimum spurningar. Eftir hetta verður intimkonsert við Róini.
Atgongumerki kunnu keypast á blabar.fo og við dyrnar.
Filmurin varð frumsýndur til Nordatlantiske Filmdage í Keypmannahavn í mars. Hann var eisini vístur fyri einum fullsettum OY, og so hava sýningar verið í eitt nú Vestmanna, Nólsoy og Tvøroyri.
Hetta verður fyrsta sýning í Havn, síðan stóru sýningina í OY 27. mars.
Í filminum fylgja vit tónleikaranum Róini Siggertsson í hansara roynd at flyta heim aftur til heimbygdina aftaná næstan 30 ár í Danmark. Tað er tó ikki lætt at flyta heim aftur, og hann er líka við at handklæðið í ringin og flyta niður aftur. Men so hendir tað óvæntaða – hann skal vera pápi. Eitt vegamót, sum krevur, at hann má broyta lívsstíl.
Eitt sermerkt við filminum er, at meginparturin av tónleikinum er eftir Róin “roWan” Siggertsson sjálvum – og talan er um fleiri løg, sum enn ikki eru útgivin. Hesi løgini - og onnur - fer hann at spæla til konsertina.
Leikstjóri er Pætur Evensson, og filmurin er framleiddur av Kykmyndum. Gorm Just hevur klipt, og Ólavur Jákupsson hevur ljóðblandað.
##med2##