- Afturtøkan fer at vara í meira enn 60 dagar, upplýsir skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, í dag.
Í einari útsøgn gevur Ísrael Libanon skyldina og sigur, at Libanon ikki hevur sett alla vápnahvíldaravtaluna í verk fult út, sum tikið verður til.
Lagt verður aftrat, at avgerðin hjá Ísrael er samskipað við USA.
Á skrivstovuni hjá ísraelska forsætisráðharranum verður sagt, at afturtøkan er treytað av, at libanesiski stjórnarherurin verður sendur til Suðurlibanon.
Samstundis skal Hizbollah-herurin taka seg aftur til økini norðanfyri Litani-ánna.
Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at hvørki stjórnin í Libanon ella Hizbollah higartil hava gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá ísraelsku forsætisráðharraskrivstovuni.